Aktuellur sjónleikur frumsýndur í kvøld

Leikurin Verkætlan Laramie er dokudrama morðið á Matthew Shepard, sum varð bukaður og myrdur, tí hann var samkyndur. Leikurin verður frumframførdur í kvøld, og gongur hvørt kvøld til og við 12. desember kl. 19.30.

Verkætlan Laramie kann lutvíst síggjast sum ein spegilsmynd av tí kjaki, sum seinasta hálvtannað árið er farið fram í Føroyum.

Verkætlan Laramie er søgan um eina hatursbrotsgerð og eitt samfelag í sjálvsuppgerð. Ein ungur maður í lítla býnum Laramie, Wyoming, USA, verður so illa bukaður, at hann doyr av løstunum. Hendingin fær ikki einans lagnutungar avleiðingar fyri hann, men eisini fyri ungu dreingirnar, ið framdu illgerðina. Hvør einasti íbúgvi í Laramie kemur í eina tvístøðu, har ikki slepst undan einari uppgerð við egið virðisgrundarlag - við samleika, sjálvsuppfatan, trúgv og spurningin um fólkaræði. Morðið førir við sær, at fleiri av íbúgvunum seta spurnartekin við teirra egnu virðir og livihátt.

Hendingin skakaði alt USA. Søgan var í øllum teimum stóru amerikansku fjølmiðlunum og elvdi til eitt landsumfatandi kjak í USA um hatursbrotsgerðir.

Leikurin er partur av norðurlendskari verkætlan, og eru ikki færri enn 54 leiklutir í leikinum. Hetta krevur nógv av leikarunum og tí er eitt sterkt og fjølbroytt lið av sjónleikarum savnað: Egi Dam, Birita Mohr, Gunnvá Zachariassen, Hjálmar E. Dam og Marita Dalsgaard, sum samstundis er leiðari av verkætlanini.

Leikurin verður frumsýndur sunnukvøldið, og gongur hvørt kvøld til og við 12. des. kl. 19.30.