Aktingarmaður settur á Tvøroyri

Tvøroyrar býrað hevur nú gjørt samstarvsavtalu við Føroya Landfúta um upptøku av leysgangandi djórum.

Tvøroyrar býrað hevur nú gjørt samstarvsavtalu við Føroya Landfúta um upptøku av leysgangandi djórum í kommununi, og aktingarmaðurin er settur.

 

Oddur Dimon er settur sum aktingarmaður, og ætlanin er, at hann skal byrja í starvinum 15. mai.

 

- Tá verður galdandi, at um leysgangandi djór eru til ampa hjá fólki, skal sigast frá á politistøðini á tlf. 351448. Løgreglan setir seg síðan í samband við aktingarmannin, sum tekur djórið upp og setir tað í varðveitslu.

 

Tað veit Tvøroyrar kommuna at siga í dag. Á heimasíðuni hjá kommununi - www.tvk.fo - verður eisini víst til samstarvsavtaluna millum Føroya Landfúta og Tvøroyrar kommunu.