Aksel V. Johannesen: Øll skulu við

– Føroyar eru eitt samfelag í stórari menning. Fleiri ar­beiða, og fleiri føroyingar velja Føroyar. Tað er gott. Men fram­gongd­in tryggjar ikki av sær sjálvum eitt land, sum hong­ur saman, skrivar Aksel V. Johannesen í tíðargrein

Tíðargrein úr Sosialinum 20. mars:

 

Løgtingsvalið 26. mars 2026 snýr seg um, hvussu vit stýra men­ningini í Før­oyum, so hon verður hald­før – bæði bú­skap­ar­liga og sos­i­alt. Val­ið snýr seg um at tryggja, at fram­gongd­in kem­ur øll­um til góð­ar, og um at styrkja ta sam­an­hangs­megi, sum er av­ger­andi í einum lítlum sam­felag.

 

Tá vit tóku við aftur í 2022, var støðan ein onn­ur. Inflasjónin var høg, løn­ar­vøkst­ur­in lágur og reallønin mink­aði fyri fyrstu ferð í nógv ár. Tað merktu nógv fólk í ger­and­is­degnum.

 

Vit raðfestu at gera ger­and­is­dagin lættari hjá van­lig­um familjum. Vit hava framt skattalættar til lág- og mið­al­lønt, lønarlyft, lat­ið sperd­um fólki og fam­ilj­um or inflatiónshjálp, hækk­að barnafrádráttin og tik­ið mvg av ávísum ger­and­is­vør­um fyri at styrkja keypi­ork­u­na hjá fólki.

 

Tað var rætt.

 

Tamarhald er nú á in­fla­sjón­ini, og løn­ar­hækk­ing­ar­nar hava verið høgar seinnu ár­ini. Sam­bært Bú­skap­ar­ráð­num er keyp­i­ork­an hjá før­oy­ing­um aft­ur vaks­andi, og fíggj­ar­ligu for­treyt­ir­nar hjá nógv­um før­oy­ing­um eru betri í 2026 enn tær vóru í 2022. Men ikki hjá øllum.

 

Okkara sos­ia­ldem­o­krat­iska væl­ferð­ar­sam­fel­ag hev­ur aftur víst sítt virði. Her er gott og trygt at vera, og her hava vit bestu møgu­leik­ar­nar at skapa okkum eina góða til­veru. Men vit mugu alla tíð til­laga og broyta, um tað skal varð­veit­ast.

 

Í einari tíð við stórum prís­vøkst­ri var neyðugt at lætta um. Frameftir fara vit held­ur ikki at leggja nýggjar al­menn­ar skattahækkingar ella av­gjøld á van­lig­ar løn­tak­ar­ar og familjur. Heldur eiga vit at lætta um, tá tað er fíggj­ar­liga ráð­i­ligt. Her og nú vilja vit lata lim­un­um í fak­fel­øg­u­num ein skatta­frá­drátt fyri fakfelagsgjaldið.

 

Tí fyri Javnaðarflokkin er sol­i­dar­i­tet­ur avgerandi. Í ein­ari tíð við bú­skap­ar­lig­ari fram­gongd mugu vit tryggja, at ó­javn­in ikki veks­­ur, og at eing­in verð­ur sett­ur eft­ir. Tær breiðastu herð­ar­nar skulu bera meira. Men tað skal gerast rætt og rími­l­igt.

 

Tí vilja vit seta í verk ein stig­vís­an partafelagsskatt, har bank­ar og størstu fyri­tøk­ur­nar rinda meira, með­an smá vinnurekandi rinda minni. Vit halda, at vinnur, sum hava framíhjárættindi at troyta náttúrutilfeingi, kunnu rinda nakað meira til fel­ags­skap­in. Og vit fara ikki lækka rík­is­veit­ing­ina ella yv­ir­taka kostn­að­ar­mik­il øk­ir, meðan hall er á fíggj­ar­lógini.

 

Føroyingar velja Føroyar

 

Fólkavøksturin hevur aft­ur tik­ið dik á seg, og nú veks­ur fólkatalið skjótari enn tað hevur gjørt í nógv ár. Og í dag eru tað í størri mun før­oy­ing­ar sjálvir, sum standa fyri vøkstr­i­num.

 

Í 2021 og 2022 stóðu før­oy­ing­ar bara fyri um­leið 15 prosentum av fólka­vøkstr­i­num, meðan útlendska ar­beiðs­meg­in stóð fyri 85 pro­sent­um. Í fjør var luturin hjá før­oy­ing­um 67 prosentum. Tað kemst fyrst og fremst av, at vit fáa fleiri børn og at færri før­oy­ingar flyta av landi­num.

 

Tað vísir, at fleiri velja Før­oyar.

 

Enn eru stórar av­bjóð­ing­ar fyri framman. Hóast nógv bend­ir á, at vit fara at hava eitt lítið yvirskot á fíggj­ar­lógini fyri 2025, so kunnu vit vænta at al­mennu útreiðslurnar fara at vaksa skjótari enn inn­tøk­ur­­nar, um vit lata standa til.

 

Samstundis liva vit í ein­ari tíð við vaksandi altjóða ó­vissu – við kríggi í Evropa, nýggj­­um hand­ils­forð­ing­um og geo­pol­it­isk­um spenn­ing­um, ið ávirka okkara nærm­astu grannar. Tað krevur, at vit eru før fyri at umstilla okk­um – og tað gevur okk­um eisini møguleikar, sum vit mugu vera til reiðar at lofta og gagnnýta.

 

Og hóast fólkatalið kvink­ar rætta vegin, so missa vit sum er ov nógv ung fólk úr hvørjum árgangi, og aldurssamansetingin í sam­fel­ag­num broytist. Tá fleiri eldri og færri ung skulu bera væl­ferð­ina, setur tað krøv til bæði búskapin og ar­beiðs­markn­að­in.

 

Tí mugu vit gera enn meir. Tað má gerast líka lokk­andi at útbúgva seg her heima sum uttanlands - og at flyta heim aftur eftir lesnað. Kampusverkætlanin skal halda fram, so ung­dóm­ar kunnu velja eitt liv­andi lestrarumhvørvi í Før­oy­um, og vit mugu økja tali­ð av út­búgvingum. Og les­andi skulu hava sama skatta­frá­drátt sum í Danmark.

 

Tað er gott, at ung fara burt­ur at lesa og læra, men tað skal vera enn bet­ur at koma heimaftur at byggja reiður og land. Vit hava eina barsilsskipan í heims­flokki, men hon kann ger­ast smidligari og betri. Vit mangla eitt virði­ligt minstaútgjald, og fara at lata foreldrum eitt ein­gangs­út­gjald á 25.000 kr. til fyrsta barnið og 15.000 til tey, ið hava børn framm­an­und­an.    

 

##med2##

 

Øll skulu hava ráð til eitt heim

 

Ein av størstu av­bjóð­ing­u­num í Føroyum í dag er bú­stað­ar­markn­að­ur­in. Hækk­andi húsaprísir og ein ó­skip­aður leigumarknaður gera tað torført hjá nýggjum húskj­um at skapa sær eitt heim at liva og hvíla í.

 

Tá ung og vanligar fam­iljur ikki fáa ráð til bústað, ger­st tað eisini torførari at fáa fólk at velja Føroyar. Vit hava longu gjørt nógv fyri at fáa fleiri og fjølbroyttari bú­stað­ir. Men nógv meira skal til.

 

Vit skulu hava fleiri og smærri bústaðir, sum fólk hava ráð til. Vit vilja fáa til vega fleiri al­manna­gagn­ligar ungdóms- og eldr­a­bú­stað­ir og vit vilja seta leig­u­stuð­ul í verk, avmarka stutt­tíð­ar­leigu og forða ó­tálm­að­ari spekulatión á bú­stað­ar­markn­aðinum.

 

Men landið klárar ikki alt einsa­malt. Tað krevur sam­starv millum land, komm­unur, Bústaðir og privatar bygg­i­harrar.

 

Framskygdur vinnupolitikkur

 

Eitt gott og sterkt vinn­u­lív er ein for­treyt fyri fram­gongd og væl­ferð. Før­­oy­­ar hava stór­ar møg­u­leik­ar í okk­­ara ríka mat­til­feingi á sjógvi og landi og í okk­ara fram­komna ar­beiðs­markn­aði. Fyri at kunna býta virð­ini, skulu virðini skapast. Vit mugu hava virðing fyri tí ar­beiði, sum skapar virðini hvønn einasta dag.

 

Við einum framskygdum vinn­u­politikki vilja vit skapa ar­beiðs­pláss, lívga um tey smærri vinnu­rek­andi, økja um virðisøkingina og tryggja, at øll fáa lut í tí, sum verður skapt. Burð­ar­dygg nýtsla av nátt­úr­util­feing­i­num og út­búgv­ing av ar­beiðs­meg­ini eru for­treytir fyri hald­førari menn­ing.

 

Vit skulu eis­­ini fremja orku­skifti, har vit fara frá olju til reina og bí­l­ig­­ari var­­andi orku. Bæði fyri at minka dálk­ing­ina og fyri at ger­­ast sjálv­veit­andi við orku.

 

Tað er neyðugt.

 

Um somu tíð mugu vit tora at hyggja at almenna rakstri­num. Tað arbeiðið er byrjað. Peningurin hjá okk­um øllum skal brúk­ast við skili, og tað mer­kir, at vit mugu gera skip­an­ir­nar ein­fald­ari og tryggja, at meira av peng­u­num fer til kjarn­u­væl­ferð­ina – til heils­u­røkt, eldr­a­røkt, út­búgv­ing, børn­ini og tey, sum standa utt­an­fyri ar­beiðs­markn­að­in. Sterk væl­ferð krev­ur ikki bara fleiri peng­ar; hon krev­ur eisini betri rað­fest­ing­ar.

 

Kom við!

 

Tá vit siga “Øll skulu við”, mein­a vit tað ítøkiligt.

 

Tað merk­ir, at børnini skulu hava bestu møg­u­leik­ar. At løn­takarar skulu hava trygg og sømilig kor. At fólk, sum snáva, verða loft­aði. At okkara eldru fáa virð­i­lig og trygg eldraár. At nýgg­ir borgarar møta bæði møg­u­leiku­m og greiðum krøv­um. Og at menn­ingin røkk­ur út í hvønn krók í land­i­­num.

 

Solidaritetur utt­an á­byrgd er eitt tómt hylki. Á­byrgd uttan sol­i­dar­i­tet skap­ar sund­ur­lyndi.

 

Vit vilja bæði hava sol­i­dar­i­tet og á­byrgd.

 

Føroyar skulu vera eitt nú­tím­ans og sterkt samfelag – við sterkari sam­an­hangs­megi og ein­um bú­skapi í javn­vág. Tað er tann kós­in, vit biðja velj­ar­ar­nar um stuð­ul til.

 

Øll skulu við!

 

29 fólk stilla upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið 26. mars