Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, hevur russiski herurin í Ukraina seinastu vikuna roynt at gjørt sær dælt av, at várið nærkast, og veðrið er vorðið betri.
- Men, hetta hevur ført til, at russar bara hava mist enn fleiri herfólk á hermótinum, sigur forsetin.
Á X, fyrrverandi Twitter, skrivar Volodymyr Zelenskyj, at í Donetsk-regiónini er støðan millum partarnar ikki broytt stórvegis seinastu vikuna.
- Í Kharkiv-regiónini og á marknaðøkjunum í Sumy-regónini sígga vit, at hersetingarvalið roynir at taka seg fram, men her verða russar knústir, sum forsetin tekur til.
Tað er tíðindastovan, NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.











