Aksel Hansen 85

Nú í adventini, beint fyri jól, verður henda kenda kempa í føroyskum vinnulívi 85.

Sum stjóri og stórur eigari í Bacalao, sum stórreiðari og eigari av nógvum fiskiskipum upp gjøgnum tíðirnar, minkafarmi o.ø., og sum ein av undangongumonnunum í fyrrverandi Føroya Fiskasølu, hevur hann sett djúp spor eftir sær og verið samfelagnum og mongum fólkum til almikið gagn. Eisini mær.


Kom at arbeiða á Bacalao sum skúladrongur nøkur summur undir formonnunum Eli Christiansen og Einari Norðbø. Hesir løgdu skjótt til merkis, at hesin bleiki slánurin dugdi betri at skriva enn at taka ímóti salfiskakurvum. Settu meg tí upp á eina sildatunnu við einum snikkarablíanti og einum træbrettti. Har skuldi eg so sita og skriva eina striku, hvørja ferð kuliarnir komu koyrandi við einari trillubøru av saltfiski til Petru Slyne og aðrar at vaska.


Hetta var als ikki eitt keðiligt arbeiði hjá hesum ungdómi, tí sum avloysara hevði hann ein eldri mann, sum var sera sofistikeraður, tá um galt at meta um konufólkini – fiskafrikadellurnar, sum vit nevndu tær.


Í 1968 kom eg so aftur at arbeiða á Bacalao. Hesa ferð sum grannskoðari. Teoretiskt rímiliga væl fyri, men ikki væl fyri viðvíkjandi rakstri og búskapi hjá fiskavirkjum. Har gjørdist Aksel mín sanni lærumeistari. Undrist enn dagin í dag yvir, so góða tíð hann gav sær at vegleiða og hjálpa. Blíðliga jaligur, reiðiligur og ráðsnúgvin. Áhugin fyri Bacalao og øllum tí, sum hekk uppií hesum vala virki, reyk av honum og smittaði.


Hann var, og er so sanniliga, respekteraður sum fáur. Eyðkent var fyri Bacalao, eins og øllum hinum ”Poul Hansen fyritøkunum”, at fólk støðaðust har. Har varð ein virdur og væl viðfarin.


Og hetta eigur Aksel Hansen fram um tey flestu: Hann er ótrúliga góður við og trúgvur móti øllum tí, sum hann varðar av og um, tað veri seg starvsfólk, familju, virkir, feløg og ross.


Sum ríðingarmaður er hann úr leikum tikin: Excellencan, the grand old man. Stovnari av Føroya Ríðingarfelag og formaður tess í mong ár. Undangongumaður í ríðing og aling til dagin í dag.


Í nógv ár vóru vit ein klika, sum riðu saman, summar og vetur, í øllum veðri. Eingin var nakrantíð í iva um, hvør leiðarin var. Eyðkennini vóru: Hann varskógvaði um túrin í góðari tíð frammanundan. Hann saðlaði tíðliga og reið tíðliga og stundisliga. Hann tók altíð okkum uppá ráð um, hvagar vit skuldu leggja leiðina (men fekk onkusvegna altíð sín vilja). Hann tók ongantíð óráð fyri og hevði altíð fyrilit fyri, hvussu ross og menn (ja menn) vóru fyri, og um reiðtyggini vóru, sum tey áttu at vera. Sjálvt í allar ringasta veðri eggjaði hann til, at vit ongantíð riðu styttri enn niðan á Stigakoppar. Og, ikki at forgloyma, hann hevði umsorgan av, at vit ikki liðu av svongd ella tosta, og hinvegin: at ongin drakk ov nógv.


Sum góð fyrimynd hevur hann hækkað munandi um reiðmentanarliga støðið.


Aksel er í dag stigin úr saðilboga, men hann hevur ikki gloymt felagið, og felagslimirnir hava ikki gloymt Aksel. Í vinnulívinum missir tú nógvar vinir líka so skjótt, tú ikki ert í hæddini. Teir sonnu vinirnir hjá Akseli er ríðingarfólki. Hvønn sunnumorgun situr hann í felagshúsinum millum vinirnar – eldri sum yngri – har nógv verður reypað. Aksel reypar ikki, men lurtar blídliga. Og tey yngru kappast um at sleppa at skonkja honum ein kopp av te og víkja hornasætið við hávirðing, so skjótt hann trínur um hallardyr.


Tillukku Aksel við teimum 85 og takk fyri góða upplæring, bæði so og so, og fyri nógv góð upplivilsir saman og langt og gott vinarlag. Hav nú eitt gott lívskvøld.


Við hávirðing

Heðin