Leygarkvøldið 7. desember verður møguleiki at uppliva eitt vísukvøld av tí gamla slagnum, tá Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen fara á pall í Syðrugøtu.
Í 90'unum vóru konsertir við Hanus og Jógvan Andrias títtar. Teir eru vinmenn og vísusangarar úr Klaksvík, so hetta var ein heldur uppløgd sameining, og konsertirnar vóru ofta minniligar.
Upprunaliga komu býsbørnini at kenna hvønn annan á vísulinjuni á Norðurlendska háskúlanum í Kungalv í Svøríki í 1987.
Báðir vóru virknir lagskrivarar, Hanus til yrkingar hjá øðrum, og Jógvan Andrias, ið eisini er yrkjari til síni egnu orð.
Konsertirnar vóru ofta bygdar upp við, at Jógvan Andrias legði fyri og kendari vinmaðurin Hanus síðan tók yvir, umframt at nøkur løg vóru spæld saman. Ein av minniligu konsertunum hjá vinmonnunum báðum var í Losjuni við Gøtugjógv, stutt eftir at Tónleikasamtakið Grót hevði sæð dagsins ljós.
Grót, ið nú fyriskipar konsertir í gamla spinnaríinum, Tøting í Syðrugøtu, fegnast um, at fáa hesar báðar aftur á pall saman, og kalla hetta ein serligan heiður.
Boða verður eisini frá, at vit sleppa at uppliva teir báðar framføra hvør sær og saman løg hjá hvør øðrum. Við øðrum orðum akkurát sum fyrr.
Konsertin er leygarkvøldið 7. desember kl. 21.00, í Tøting í Syðrugøtu.