Fyri einum ári síðani bleiv skrivað um Airport 19, ið var ein stórfingin ætlan hjá arkitektunum Jóanes Petersen og Albert Isfeldt.
Ætlanin gekk út uppá, at gera eina kombineraða djúphavn og flogvøll við Flesjarnar. Har skuldi verða bestu umstøður at gera ein flogvøll, ið kundi verða upp til 3000m.
Síðani hevur lítið og einki verði at hoyrt um evnið, men sambært Albert Isfeldt, so livir verkætlanin enn.
Les eisini: Ætla at knýta Føroyar uppí umheimin
- Vit royna enn at skapa áhuga fyri verkætlanini. Serliga hava vit verið í økinum kring Skálafjørðin og tosa við m.a. kommunurnar har. Tað er áhugi fyri tí, men tíverri er einki ítøkiligt komið burturúr enn, sigur Albert Isfeldt.
Albert Isfeldt sigur, at teir eru ikki komnir til fíggingina av verkætlanini enn.
- Fyrst skal ítøkiligur áhugi verða frá ymsum pørtum. Síðani kunnu vit fara víðari til fígging, men hugskotið livir enn og vit eru av og á úti og leggja fram og skapa áhuga á tann hátt, sigur Albert Isfeldt.










