Airbus umhugsar at steðga framleiðslu av A380

Fyritøkan Airbus umhugsar nú at steðga framleiðsluni av risaflogfarinum A380, tí tað gongur so illa at selja flogfarið.

Tað skrivar Check-in.

Flogførini verða framleidd í Toulouse í Fraklandi og í Hamburg í Týsklandi, og á hesum verksmiðjum er ferðin á framleiðsluni longu sett niður, og møguleiki er fyri, at hon verður steðgað.

Airbus hevur framleitt A380 í 15 ár, men tað gongur illa at selja hetta slagið av flogførum, og um Airbus ikki fær stóran ordra frá flogfelagnum Emirates í 2018, verður punktum helst sett fyri framleiðsluna.

Airbus og Emirates hava í eina tíð samráðst um eitt keyp av 36 A380 fløgførum afturat teimum 142, sum Emirates áður hevur umbiðið frá Airbus, men sambært Reuters komu hesar samráðingar ikki á mál. Høvuðsorsøkin til tað skal vera, at Emirates vil hava Airbus til at binda seg til, at framleiðslan av A380 heldur fram í minst 10 ár afturat.

Higartil hevur Airbus framleitt 217 av A380 flogførunum og hevur 100 flogfør í ordrabókini. Onkrar av hesum avtalum eru óvissar, tí fleiri flogfeløg vilja strika sínar ordrar.

13 flogfeløg hava Airbus A380 í sínum flota – tey eru eitt nú Emirates, Air France, British Airways, Lufthansa, Thai Airways og Etihad. Flogfarið kann taka millum 500 og 600 ferðafólk, alt eftir hvussu tað er innrættað.