Airbus kemur klokkan 16

Klokkan 10 í morgun byrjaði hátíðarhaldið í Hamburg í Týsklandi í sambandi við, at nýggja Airbus 319-flogfarið verður handað Atlantsflogi.

Yvir 100 fólk vóru til hátíðarhaldið, har umboð fyri bæði Airbus og onnur hildu røðu, eitt nú løgmaður, Kaj Leo Johannesen, og stjórin í Atlantsflogi, Magni Arge.

Eisini høvdu tónleikarar úr Sørvágs Tónleikarafelag frumframførslu av tónleikaverki, sum Atli Kárason hevur skrivað til høvið, og tað verður aftur at hoyra, tá Airbussurin seinnapartin kemur í Vágar.

Tá verður móttøka, har eitt nú vinnumálaráðharrin, Johan Dahl, og nevndarformaðurin í Atlantsflogi, Bjarni A. Bjarnason, fara at halda røðu.

Eftir ætlan skal nýggja Airbus 319 flogfarið lenda á flogvøllinum í Vágum klokkan 16 upp á slagið.