Air Berlin farið í gjaldsteðg

Næststørsta flogfelagið í Týsklandi er í trupulleikanum

Týska lágprísfelagið Air Berlin er farið í gjaldsteðg og allur handil við partabrøvunum hjá felagnum bleiv stutt eftir middagsleitið steðgað á týska virðisbrævamarknaðinum. Tað skrivar Berlingske Business.


Tað hendir í kjalarvørrinum av, at tað ikki hevur eydnast at finna nýggjar íleggjarar til felagið eftir, at høvuðseigarin, arabiska flogfelagið Etihad, ið eigur umleið 30 prosent av felagnum, ikki er áhugað at seta meira pening í felagið.


Sambært heimasíðuni hjá felagnum, so hevur felagið fingið fíggjarliga hjálp frá stjórnini so at virksemið ikki steðgar, umframt at Lufthansa og onnur veita eina hjálpandi hond. Hetta førir við sær, at allar bókingar og fráferðir enn eru galdandi, og eingi ferðafólk verða rakt av gjaldsteðginum.


Berlingske Business skrivar, at felagið hevur koyrt við stórum undirskoti seinastu árini, og at hóast samráðingar hava verið við onnur feløg, um møguligar loysnir, so hevur einki borið á mál.


Sambært Berlinske Business, so er talan um næststørsta flogfelagið í Týsklandi og sættstørsta í Evropa. 8.500 fólk eru í starvi hjá Air Berlin.