Áhugaverd vika í Løgtinginum

Barnarættindasáttmálin, yvirtøka av uttanríkisøkinum og varskógvaraskipan eru ímillum málini, sum Løgtingið skal viðgera í komandi viku.

Barnarættindasáttmálin, yvirtøka av uttanríkisøkinum og varskógvaraskipan eru ímillum málini, sum løgtingið skal viðgera í komandi viku. 

 

Týsdagin er tingfundur aftur á skránni, og tað er hendan dagin, at Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum leggur fram Barnarættindasáttmálan, sum aðalorðaskifti verður um hósdagin. 

 

Eisini skal løgtingið týsdagin viðgera uppskotini frá Tjóðveldi um varskógvaraskipan til alment sett starvsfólk. Hetta uppskotið er komið í kjalarvørrinum av ósemjuni á Strandferðsluni. Harumframt skal løgtingið viðgera uppskotið hjá Tjóðveldi, um at yvirtaka uttaríkis, verju og trygdarmál. 

 

Mikudagin eru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni umframt, at svar frá landsstýrisfólkum koma uppá eitt nú fyrispurningar um bústaðir til sálarsjúk á Íslandsvegnum. 

 

Les meira á logting.fo