Forsetin í Iran, Mahmoud Ahmadinejad, mælir londum í Vesturheiminum til gevast við at stuðla Ísrael, tí landið gongur skjótt til grunda kortini, segði hann í einari røðu í dag.
-Grundarlagið er lagt fyri, at sionistastýrið fer til Helvitis skjótt, og øll lond, sum styðja tað, fara sama veg, segði forsetin.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Mahmoud Ahmadinejad kemur við slíkum spádómum um framtíð Ísraels. Hann hevur eisini sagt, at jødatýningin hjá nazistunum var eitt ævintýr, samstundis sum hann hevur skuldsett ísraelsmenn fyri at týna palestinska fólkið.
Onkuntíð hevur iranski forsetin sagt, at Ísrael skal strikast av heimskortinum. Men hann hevur eisini skotið upp at flyta landið ella rættari sagt fólkið úr Miðeystri til Kanada ella Alaska.










