Ahmadinejad afturvaldur

Mahmoud Ahmadinejad vann forsetavalið í Iran í gjár við rættiliga greiðum meiriluta Tann almenna valnevndin sigur, at Mahmoud Ahmadinejad bleiv afturvaldur við 62,6 prosentum av atkvøðunum, og at hansara harðasta mótvalevni, Mirhossein Mousavi fekk 33,75 prosent.

Tíðindastovurnar skriva, at viðhaldsfólk hjá Mousawi hava illgruna um valsvik. Tey tustu út á gøturnar at mótmæla, men myndugleikarnir hava sent løgregluna at forða fyri ófriði.

Valluttøkan var 85 prosent, og tað er met í Iran.

Tann andaligi leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, rósti í dag Mahmoud Ahmadinejad og fagnaði sigri hansara.