Bretskir miðlar skriva, at Chelsea er til reiðar at nýta úti við eina milliard fyri at fáa fatur á Sergio Aguero. Av hesum er helmingurin transfer-peningur til Atlético Madrid, har Aguero spælir, meðan hin helmingurin er løn til nú 21 ára gamla spælaran, sum sigst skriva undir ein 6-ára sáttmála.
Verður skiftið veruleiki, verður Aguero ein av best løntu spælarunum í heiminum, eins og skiftið til Chelsea verður størsta transfer-upphædd, sum er goldin av enskum felag. Núverandi metið eru ætr £32,5, sum Manchester City rindaði til Real Madrid fyri at fáa hendur á Robinho. Aguero hevur seinastu tvey árini markerað seg sum eitt av størstu talentunum í sponskum fótbólti, og eisini á argentinska landsliðnum hevur hann gjørt um seg. Har hevur hann enntá verfaðirin sum venjara, tí unnustan hjá Augero eitur nevnliga Giannina Maradona, og er dóttir Diego Armando Maradona.