Agger: Nei, eg græt ikki

Danski fótbóltsspælarin í Liverpool noktar fyri, at hann skal hava grátið á fundi við venjaran hjá sær

Herfyri var ein søga í miðlunum um, at danski fótbóltsspælarin Daniel Agger, sum spælir fyri enska felagið Liverpool, hevði grátið á einum fundi við venjaran Brendan Rodgers.

Orsøkin skuldi verða, at Agger sleppur ikki á liðið í Liverpool, og at hann tí vildi sleppa til annað felag at royna seg.

- Handan søgan passaði als ikki. Eg og venjarin tosa erligt saman, men tað síðst, eg fari at gera, er at gráta um fótbólt. Tað er ikki nakað at gráta av, sigur Agger við Jyllands-Posten.

- Hatta var so langt úti, at eg kann bara flenna at tí, sigur hann.