Nú verður gjørd ein roynd at seta á stovn eina Lokal Agenda 21-skrivstovu í Føroyum. Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í umhvørvismálum, hevur gjørt av at lata Føroya Kommunufelag stuðul av játtanini til umhvørvisverndartiltøk til eina verkætlan, sum hevur til endamáls at staðfesta, um áhugi og tørvur er á eini Lokal Agenda 21-skrivstovu í Føroyum.
Ætlanin er, at skrivstovan í fyrstu atløgu skal virka fram til 31. desember 2005. Tað, sum er eftir av hesum árinum, verður denturin lagdur á at seta skikkað fólk í starv, sum skal fara undir kunnandi virksemi, til tess at vekja áhugan ímillum kommunur, feløg og einstaklingar at fara undir ítøkilig umhvørvistiltøk.
Tað stendur øllum í boði at luttaka og nýta tænasturnar hjá skrivstovuni. Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum sigur seg vóna, at áhugin verður stórur, soleiðis at skrivstovuni verður lív lagað.
Íverksetan av Agenda 21 ætlanini um umhvørvistiltøk hjá kommunum og landi er partur av samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu.