Skattalóg
Herfyri staðfestu vit í blaðnum, at ein av orsøkunum til, at stórt skattahol var komið í nýggju kapitalvinningslóggávuna var, at tað frá politiskari síðu var mett, at ein ætlað broyting hjá Fíggjarmálaráðnum kom at virka við afturvirkandi kraft. Nakað sum landið ikki hevur heimild at gera, uttan so at hetta tænir borgarunum til fyrimuns.
Ta ferðina varð eisini víst á, at tað var ógvuliga ivasamt, um hetta vildi verið at lóggivið við afturvirkandi kraft. Tað metti aðalstjórin, Petur Alberg Lamhauge í øllum førum ikki, men tá politisk undirtøka ikki var fyri fatanini hjá bæði honum og ráðnum, sum hann er settur at umsita, gjørdist ikki nógv við tann partin.
Hjálpin skal nú skattast
Í øðrum førum hevur tað tó víst seg, at nýggja lóggávan virkar við afturvirkandi kraft, og tað kann á ongan hátt metast, at tað er til borgarans fyrimun, um tosað verður um rækjuflotan.
Tað hevur nevnliga víst seg, at nýggja lógin í ávísan mun er at rokna sum steinur oman á byrðu hjá hesum partinum av flotanum, sum framman undan man teljast millum harðast kroystu vinnurnar í landinum. Ein sannroynd, sum fyri nøkrum árum síðani bar við sær, at politiskur meiriluti fekst fyri eini loysn, har partur av flotanum fekk eitt slag av kreppuhjálp, sum skuldi forðað fyri, at hesin parturin av føroysku fiskivinnuni fór fyri bakka.
Loysnin hjá rækjuflotanum ta ferðina var, at ein skuldarumlegging varð gjørd, har Landsstýrið yvirtók part av skuld, sum skipini høvdu til fíggingarstovnar, og at hesin parturin av skuldini síðani varð niðurskrivaður yvir eitt 10-ára skeið.
Sambært gomlu skattalógini, so var ein skuldareftirgeving sum útgangspunkt skattskyldug. Undantakið var tó, um hendan bert varð givin í tann mun, at hendan var neyðug fyri framhaldandi virksemi hjá einum felagi. Hetta var í avgjørdan mun galdandi fyri rækjuflotan tá ? og er tað helst framvegis. So fram til nýggja skattalógin varð sett í gildi, mundu ánararnir av rækjuflotanum draga andan - um ikki róliga - so í øllum førum nakað lættari.
Úrslitið ongan týdning
Men sambært nýggju lóggávuni, so er skuldareftirgevingin frá Landsstýrinum nú skattskyldug, so hvørt hon fer fram.
Orsøkin er, at tað í nýggja lógartekstinum ikki verða tikin atlit til, hvørt ein skuldareftirgeving er neyðug fyri framhaldandi virkseminum, og ? og tað er helst tyngsti parturin fyri rækuvinnuna ? skal roknast fyri seg og ikki saman við restini av úrslitinum.
Tað merkir, at hóast felagið hevur stórt hall í aðrar mátar, og tí ikki skal rinda vanligan skatt, so kann felagið hava yvirskot á uppgerðini fyri kapitalvinning, sum skattur skal rindast av.
Hevur eitt felag t.d. fingið 10 mió kr. í skuldareftirgeving, merkir hetta eina niðurskriving upp á 1 mió kr. um árið. Ein niðurskriving, sum er skattskyldug, og sum felagið so skal rinda 200.000 skattakrónur av. Tó so, at um felagið í aðrar mátar hevur tap av parta- ella virðisbrøvum, fíggjarkrøvum ella øðrum, sum er nevnt í lóggávuni.










