Afturvendandi gíðslatøkan av suðuroyingum og sandoyingum má fáa ein enda

Jaspur Vang.
______

Sum steinur oman á byrðu verða sárbarastu økini í landinum ferð eftir ferð løgd lamin av verkføllum. Seinasta "krígsavbjóðingin" frá formanni starvsmannafelagsins við hóttanum um truplar sáttmálasamráðingar nú til heystar, eigur tí at verða tikin í álvara. Landsstýrið og/ella løgtingið mugu taka ábyrgd og her og nú fáa ein enda á afturvendandi gíðslatøkuni av suðuroyingum og sandoyingum.

Eins og í londunum uttan um okkum verja føroysku fakfeløgini vunnin rættindi og stríðast fyri sømdum, tey meta seg hava rætt til. Hettar eru sjálvsøgt rættindi arbeiðstakaranna í einum framkomnum samfelag sum okkara - tí alt gott um tað. Munurin á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum og øðrum arbeiðsmarknaðum er tó tann, at landspartar í londunum uttan um okkum ikki verða lagdir lamnir í tíð og ótíð vegna ósemjur á arbeiðsmarknaðinum.
Við størstu virðing fyri frælsa samráðingarrættinum, eigur tað tó ikki at vera soleiðis, at suðuroy- ingar og sandoyingar skulu svíða fyri, at partarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum ikki hava megnað at menna eina tíðarhóskandi samráðingartilgongd.
"Krígsavbjóðing" eigur at fáa fylgjur.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum sendi tann 7. juli 2005 Fíggjarmálastýrinum eina "krígsavbjóðing" í fjølmiðlunum, eins og hann boðaði frá, at lønarsamráðingarnar komandi heyst verða truplar.
Tí hava suðuroyingar og sandoyingar krav uppá, at landsstýrið - og um neyðugt løgtingið taka máttmikla fakfelagið í álvara og beinan vegin bera soleiðis í bandi, at strandsfaraskipini í neyðugan mun verða mannað við tænastumonnum, ella starvsfólki, sett í starv við tænastumannalíknandi treytum. Líknandi skipan tryggjar m.a. flogferðsluna um flogvøllin í Vágum og er tí einki skeivt í at taka tílík stig.
Nevnast kann, at tey einans 18 starvsfólkini umborð á "Smyrli" eru umboðað av í minsta lagi 5 ymiskum fakfeløgum. Undir verandi umstøðum kunnu Suðuroyingar tískil síggja fram til, at "Smyril" í minsta lagi verður verkfallsraktur 5 ferðir komandi heyst. Í skrivandi stund er tað eisini ivasamt, hvørt semja er um manningarviðurskiftini umborð á nýggja "Smyrli". Kemur nýggji "Smyril" soleiðis ikki í sigling sum ætlað, er skommin fullkomin.
Vinnan bløðir
Í Suðuroynni og í Sandoynni, har arbeiðsloysið framman undan er størst í landinum, verður fiskivinnan á landi, sum framman undan stríðist fyri at yvirliva sum vinna, løgd lamin hvørja ferð strandsfaraskipini verða verkfallsrakt. Aðrar vinnur í hesum oyggjum verða samstundis tarnaðar í sínum virksemi, eins og einstaki suðuroyingurin og sandoyingurin verður forðaður í sínum dagliga virki.
Øll minnast vit, hvussu fiskivinnan á landi lá í skeljasori eftir seinasta langa verkfallið.
Tí hevur vinnan í Suðuroynni og Sandoynni ikki tíð - ella ráð til at bíða eftir at partarnir á arbeiðsmarknaðinum finna fram til - og byggja upp eina meira framkomna samráðingartilgongd.
Vandamikið - men so ómakaleyst og høgligt
Tað tykist, sum um tað fyri eitt nú Starvsmannafelagið er so høgligt og ómakaleyst at lemja teir partar av landinum, har bert ein viðfáningur av limum felagsins búgva. Úrslitið er, at ferðslan partvís - og nærum ótarnað verður avgreidd av mangan óroyndum fólki, sum antin av vælvild, ella fyri vinning átaka sær at flyta fólk millum oyggjarnar. Ferðafólk verða soleiðis flutt millum oyggjarnar undir mangan vandamiklum umstøðum - serstakliga um Suðuroyarfjørð. Bæði fakfeløg og landspolitiski myndugleikin hava ábyrgd av óskipaða og til tíðir lívshættisliga ferðafólka- flutninginum.
At enda
At undanfarna samgonga, hóast lyfti um tað, ikki megnaði at tryggja suðuroyingum og sandoy- ingum "lívæðrina" til meginlandið, eigur at vera ein avbjóðing fyri sitandi samgongu og eitt høvi hjá sitandi løgmanni og harvið samgonguni at halda eitt av lyftum sínum til suðuroyingar.