Eg má viðganga, at eg gjørdist heldur bilsin, tá ið eg las lesarbrævið hjá Rebekku í Sosialinum 25. oktober 2002.
Tað kann vera, at tú Rebakka hevði doyð av skomm høvdu foreldur tíni verið samkynd. Kanska kemur hesin hugburður av, at tú í tíni kristnu uppaling hevur lært, at tað at vera samkynd/ur er synd. Sjálv eri eg eisini uppald í tí kristnu trúnni, men munurin á okkara uppaling er, at eg havi lært, at ein skal virða og góðtaka øll menniskju. Tað er líkamikið, hvat kyn foreldrini eru. Tað, ið umráðandi er, er at barnið kennir seg elskað av foreldrum sínum.
Tú sigur, at tað at vera samkynd/ur er synd. Men eg trúgvi neyvan, at nakar velur at verða útstoytt/ur og niðurgjørd/ur vegna seksualitet teirra. Hetta er heilt burturvið! Eingin velur at vera noydd/ur at flyta frá móðirlandi sínum fyri at fáa eitt sámuligt lív, har tey ikki verða dømd hvønn tann einasta dag.
Tað er stór skomm, at ein bólkur í okkara samfelag er noyddur at flyta, tí hann er uttanfyri og øðrvísi. Og tú sum ert so flóv av øllum, átti heldur at skammast yvir at liva í einum landi, ið ikki hevur pláss fyri øllum fólkum, óansæð húðarlit, trúgv og seksualitet.
Eg haldi, at tað er upp á tíðina, at vit føroyingar læra at góðtaka og virða samkynd, tí tey hava akkurát líka góðan rætt til at vera her sum vit onnur.
Tað er ei heldur okkara uppgáva at døma onnur, tí tað er Guð, ið dømir okkum øll tá ið tann dagurin kemur.