Aftursvar til Arna Winthereig: Hvussu skilja vit veljarakanningina

Í lesarabrævi frá Arna Winthereig, sum var eitt aftursvar til Unga Tjóðveldið, stendur, at grundin til, at Sambandsflokkurin vinnur fleiri atkvøður frá Javnaðarflokkinum enn Tjóðveldi, er, at Sambandsflokkurin er tann einasti sum arbeiðir 100% fyri ríkisfelagsskapinum. Hetta ger so, at Sambandsflokkurin er tann einasti flokkurin, sum kann geva tann tryggleikan, sum hinir flokkarnir ikki kunnu geva.

Tað at arbeiða 100% fyri ríkisfelagsskapinum tykist sum nakað, sum er ringt at definera. Har er so siga eingin sambandsmaður, ella í hvussu er eingin, sum vit vita um, sum arbeiðir fyri at strika tey stigini, sum longu eru tikin á fullveldisleiðini. Her undir kann nevnast: flaggið, málið og málsøki, sum eru yvirtikin av undanfarnum samgongum. Sostatt vil Sambandsflokkurin ikki virka fyri at fáa okkum nærri at Danmark, men heldur bert varðveita tað slagið av sambandi, vit hava við Danmark nú. 

Hetta er eitt slag av konservatismu, har núverandi støða skal varðveitast uttan mun til, hvussu góð ella ring hon er fyri okkara demokratisku og búskaparligu støðu. Størri gagn hevði verið í einum øðrum slagi av sambandi. Eitt samband út í heim við londini kring okkum og við útheimin sum heild. Men so leingi vit eru partur av ríkisfelagsskapinum, sum í veruleikanum bert er eitt annað orð fyri Danmark, so ber ikki til hjá okkum at gera millumlandasáttmálar innan øll øki. Heldur ikki ber til hjá okkara ítróttarfólki at taka lut í altjóða ítróttartiltøkum, so sum Olympisku Leikunum, uttan at hetta er undir donskum flaggi, og vit hava ongan sess á aðalfundi í ST. Sjálvandi skulu vit varðveita samstarvið við Danmark, men vit vilja samstundis eisini fáa samband við aðrar tjóðir, og hetta kann bert náast til fulnar við at taka loysing. So fyri at økja um samstarvið út í heim noyðast vit at bróta hesa tryggleikakonservatismu og royna at uppnáa nakað betri, nevniliga fullveldi. ? 

Í seinnu helvt av lesarabrævinum verður nevnt, at búskaparligi tryggleikin er størri, um vit verða verandi partur av Danmark. Hetta passar bert lutvíst, tí tað vísir seg, at ein kunstig innspræning av kapitali í einoghvønn búskap hevur ongar langtíðar fyrimunir og kann vera til ampa fyri vøkstur. Unga Tjóðveldið er samt í, at vit skulu hava búskaparligan tryggleika í Føroyum, men hesin tryggleikin skal koma frá teimum virðunum, sum vit skapa her í landinum, og ikki frá einari kunstigari innspræning av kapitali úr Danmark.