Júst sum vatnið er farið at minka í Brisbane og aðrastaðni í avstralska statinum Queensland, hevur statutin Victoria í landssynningspartinum av landinum fingið trupulleikar av vatnflóð. Sagt verður, at har hava ikki færri enn 58 býir trupulleikar av vatni í gøtunum.
Í býnum Kerang hava fólk fingið boð um at fara úr húsunum, og tey hava fingið at vita, aty tey sleppa neyvan aftur til hús fyrr enn í fyrsta lagi um einar tríggjar dagar. Har er áin Lodden River farin upp um áarbakkarnar, tí byrgingarnar fram við ánni eru farnar, sigur BBC.
Umleið 2.500 fólk búgva í Kerang, og aðrastaðni í Victoria hava 3.500 fólk fingið boð um at fara úr húsunum. Nógvastaðni er elveitingin farin, tí orkuverkini standa undir vatni.