Aftur útsett hjá Tranmere og Gunnari

Í gjár fóru leikararnir hjá Tranmere Rovers longu leiðina til Exeter, har útlit vóru fyri, at tað í dag fór at verða spælandi. Fyri løtu síðan kunngjørdu heimasíðurnar hjá Exter City og Tranmere Rovers, at dysturin er útsettur tí partar av vøllinum framvegis vóru frystir.

 

Gunnar skuldi gera ?comeback? í Tranmere troyggjuni týsdagin, men eisini tann dysturin var útsettur vega veður.

 

Tað er ikki bara í League One, at dystir eru útsettir. Í Premier League er eisini ein dystur útsettur. Tað er dysturin millum Blackpool og Manchester United.