Aftur sannleikans tími í Gundadali

Undan innanhýsis uppgerðini er HB fimm stig aftanfyri Suðringar

Tað var vónbrot hjá Suðringum, tá ið tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku ímóti NSÍ. Stóri trupulleikin bæði í 3-1 tapinum ímóti NSÍ og í 3-2 sigrinum ímóti B36 – báðu ferðir á heimavølli – er verjuspælið í fyrra hálvleiki.

-Vit skulu allir vera meiri hugsavnaðir og nærlagdir í verjupartinum, um tað ikki skal verða so torført hjá okkum, sigur Jón Krosslá Poulsen.

Tølini siga, at tað gongur væl hjá Suðringum. Higartil í ár hava teir vunnið sjey stig fleiri, enn teir í fjør vunnu ímóti mótstøðuliðunum higartil.

Tað er framvegis saknur í miðvallaranum Salmundi Bech, sum er knæskaddur. Norski álopsspælarin Johan Gulliksen er framvegis skaðadarvaður. Stefan Radosavljevic er við U-17 landsliðnum í EM endaspæli.

 

Í HB kendist tað vera lætti, at tað eydnaðist at varðveita 2-2 ímóti Víkingi. Samstundis verður ásannað, at sigrar skulu vinnast á heimavølli, um liðið skal kappast, har tað er hugaligt at vera.

-Vit fegnast um góða hugburðin ímóti Víkingi. Vit fara hvørja ferð á vøllin fyri at vinna, og tað fara vit eisini ímóti Suðringum. Um tað skal eydnast, so skulu vit vera betri í verjupartinum, serliga í sambandi við deyðbóltsstøður, sigur HB liðformaðurin Jóhan Troest Davidsen.

 

Í fjør gekk tað sum eftir ánni hjá HB fyrstu umførini. Higartil í ár er úrtøkan fýra stig lægri enn ímóti somu mótstøðuliðum í fjør.

Nýggju donsku spælararnir tykjast vera ódrúgvir. Bæði Martin Bergwold og Danny Elly Pedersen eru skaddir. Miðvallarin Heðin Hansen er við aftur eftir leikbann.