Aftur kjak um deyðarevsing í USA

Í statinum New Jersey umhugsa politikararnir at seta deyðarevsing úr gildi, og tað kann elva til nýtt kjak um málið.


Tingið í New Jersey hevur fingið eina frágreiðing frá einari nevnd, sum hevur kannað ymisk viðurskifti í sambandi við deyðarevsing. Sambært The New York Times er nevndin komin til ta niðurstøðu, at tað finnast eingi sannførandi prógv fyri, at deyðarevsing tænir nøkrum lógligum endamáli. Tvørturímóti heldur nevndin, at deyðarevsing stríðir ímóti vanligari lívsuppfatan, og tí mælir hon tinginum til at seta deyðarevsing úr gildi í New Jersey.

Tá amerikanski hægstirættur í 1972 setti øllum statunum forboð fyri at brúka deyðarevsing, valdu 38 statir at broyta lógina, so brotsmenn kortini kundu dømast til deyða og takast av døgum. Tað gjørdu politikararnir í New Jersey eisini. Tað var í 1982, men kortini er deyðarevsing ongantíð brúkt í statinum síðani 1963.

Tey seinastu árini hava politikararnir og dómsvaldið í New Jersey javnan umrøtt spurningin um at seta deyðarevsingina úr gildi, eftir at DNA-kanningar hava avdúkað, fleiri fólk eru vorðin dømd til deyða, hóast tey vóru ósek.

Í tinginum í New Jersey hava demokratarnir meiriluta. Teir eru ímóti deyðarevsing, og tað er tann demokratiski guvernørurin eisini. Tí bendir nógv á, at tingið fer at gera eftir tilmælinum um at seta deyðarevsingina úr gildi, skrivar The New York Times.

Tíggju aðrir amerikanskir statir, sum hava deyðarevsing, samdust fyri tíggju árum síðani um at steðga øllum avrættingum. Eygleiðarar halda, at avgerðin í New Jersey kann fáa stóran týdning fyri, hvat politikararnir í øðrum statum fara at gera.