Svenska ávísin Expressen veit at siga, at aftur í dag er ætlanin, at Koranin skal brennast frammanfyri svenska Ríkisdegnum í Stokkhólmi, og svenska løgreglan hevur givið loyvi til tiltakið.
Bæði svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson og danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, halda lítið um hesi afturvendandi tiltøk.
Teir halda eisini, at møguleikar eru at banna koran-brenning eitt nú frammanfyri sendistovum.
Í gjár segði Lars Løkke Rasmussen við DR, at danska stjórnin fer at gera eitt løgfrøðiligt amboð, sum ger tað møguligt at banna koranbrenning uttanfyri útlendskar sendistovur í Danmark.
- Vit hyggja eftir, hvussu vit á heilt serstøkum støðum kunnu steðga eyðmýking av øðrum londum, tá slík tiltøk stríða ímóti donskum áhugamálum og trygdini hjá dønum.
Danski uttanríkisráðharrin legði aftrat, at ítøkiliga skal eitt løgfrøðiligt amboð gerast, sum ger tað møguligt at forða fyri koranbrenningum uttanfyri útlendskar sendistovur í Danmark.
Sambært norska kringvarpinum NRK fara muslimsk lond á fundi í dag at viðgera koranbrenningar, og her hittast uttanríkisráðharrar í felagsskapinum fyri Islamiskum Samstarvi, nevndur IOC.
Ein møguleiki er, heldur NRK, at muslimsk lond kunnu fara at seta í verk handilsstongsul móti Svøríki og Danmark, sum avleiðing av afturvendandi koranbrenningunum.