Aftur í 80'ini: Útselt fyri sættu ferð

Tiltakið hjá hondbóltsfelagnum í Hoyvík, H71, »80'ini umaftur«, hevur verið ein brakandi suksé – og fyri fimtu ferð á rað eru aftur øll atgongumerkini útseld ein heilan mánað frammanundan

 

Hoyvíkshøllin verður karmur um tiltakið hjá H71 eins og hinar fýra ferðirnir.

 

Hugskotið er uttan iva tað sama sum hjá Neistanum á sinni, sum seinast í áttatiárunum fóru undir vælumtókta afturhvarv-tiltakið aftur í 60'ini. Í 60'unum var sermerktur tónleikur við sermerktari ungdóms- og tónleikamentan. Tað sama kann av sonnum sigast um 80'ini, og tí er eitt tílíkt tiltak kærkomið, sum afturhvarvið aftur í 80'ini.

 

Ungdómsmentanin er nógv broytt síðani 80'ini, tá barrin var bagasjurúmið – áðrenn vit í 1992 fingu skeinksistøð, skeinkiloyvi og rúsdrekkasølu. Tí eitur barrin í Hoyvíkshøllini í eisini »Bagasjurúmið« – og væntandi fara tey aftur hesaferð at klippa ein gamlan bil sundur og hava bagasjurúmið í barrini.

 

Tað var kanska serliga ungdómur á bygd, sum hevði barrina í bagasjurúminum. Í 80'unum var hópin av dansistøðum uttan fyri Havnina, og koyrdu nógv ung millum bygdir til dans um vikuskiftið. Øðrvísi er í dag. Skeinkistøðini í Havn eru í dag fleiri, enn dansistøðini vóru í áttatiárunum. Men á bygd er mentanin við eyðkenda náttarlívinum horvin – og dansur á smáplássum er eitt sjáldsamt fyribrigdi.

 

Men 11. mars verður 80'aratónleikur fyri fullum útblástri í Hoyvíkshøllini, tá gomlu gubbarnir ur Showmonnum rættiliga fara at svinga seg saman við kendum góðum plátuvendarum frá áttatiárunum.