Aftur í gjár varð løgreglan á ferð kring landið at kanna, hvussu skjótt, bilar koyrdu – og aftur í gjár fingu fleiri bilførarar bót og klipp í koyrikortið.
Tilsamans vórðu fimm bilførarar tiknir og av teimum misti ein koyrikortið treytað fyri at koyra ímillum ímillum 31 og 50 kilometrar skjotari enn loyvt er.
Sosatt má hann taka koyrikortið av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.
Annars fingu tríggir bilførararar klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 21 og 30 kilometrar skjótari enn loyvt er.
Harumframt fáa teir allir eina bót afturat – og tað fekk ein annar bilførari eisini fyri at koyra í mesta lagi 20 kilometrar skjótari.
Afturat fær eitt fólk bót fyri at hava eina lítla nøgd av hassji uppi á sær.