Aftur galið hjá United

Í yvirtíðini megnaði botnliðið Fulham at stjala stig frá meistarunum á Old Trafford

Tað vóru gestirnir, sum løgdu seg á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, tí tá 19. minuttir vóru spældir, skoraði Steve Sidwell fyri Fulham.


Heimaliðið megnaði ikki at svara aftur fyrr enn tað bara restaðu 11 minuttir. Men tá gekk tað skjótt. Fyrst skoraði Robin van Persie í 79. minutti, og minuttin seinni skoraði Michael Carrick, so Manchester United var á odda 2-1 og á sigurskós.


Men í yvirtíðini oyðilegði Darren Bent alt fyri heimaliðið, tá hann stútaði bóltin í netið. At tað var júst Darren Bent, sum skuldi avgera alt, var kanska ikki óvæntað. Hann hevur skorað fyri fýra ymisk feløg í móti Manchester United á Old Trafford.

 

 

Støðan í Premier League nú øll liðini hava spælt 25 dystir:

1. Chelsea 56

2. Arsenal 55

3. Manchester City 54

4. Liverpool 50

5. Tottenham 47

6. Everton 45

7. Manchester United 41

8. Newcastle 37

9. Southampton 36

10. Swansea 27

11. Hull 27

12. Aston Villa 27

13. Stoke 26

14. Crystal Palace 26

15. West Ham 25

16. Norwich 25

17. Sunderland 24

18. West Bromwich 23

19. Cardiff 21

20. Fulham 20