Aftur í fortíðina at grópa

KALT KRÍGGJ. Nú verður aftur sett gongd í kanningarnar av leiklutinum hjá Føroyum undir kalda krígnum. Nú skulu leitast eftir skjølum eystanfyri, so greiða kann fáast á sovjetisku ávirkanini í Føroyum

Nú verður farið í holt við at leita eftir skjølum í eystureuropeiskum goymslum, og tey skulu vera við til at lýsa føroysku støðuna undir kalda krígnum.

Frammanundan er longu ein kanning gjørd í skjalagoymslum í Føroyum, Danmark og USA, men tann lýsingin skal ikki standa einsamøll, og tí verður eisini farið eystur um tað horvnað jarntjaldið at leita eftir upplýsingum um føroysk viðurskifti.

Løgtingið játtaði í vikuni 400.000 krónur til framhald av hernaðarkanningini, og løgmaður segði við Sosialin mikudagin, at farið verður í gongd við kanningina beinanvegin.

Ætlanin var annars, at arbeiðið at kanna hernaðarligu støðu Føroya undir kalda krígnum ongantíð skuldi steðga, men ætlaða játtanin til kanningina mátti avlýsast, tí løgtingið skar játtanina til Løgmansskrivstovuna (sum stendur fyri kanningini) við hálvari millión.

Einasta ætlanin, sum kundi steðgast, var hernaðarkanningin, sigur løgmaður.

Arbeiðið hjá útoyggjanevndini varð tikið fram um hernaðarkanningina, men nú hevur løgtingið játtað løgmansskrivstovuni eina eykajáttan, so farast kann undir at finna skjøl eystanfyri.

400.000 krónur eru tøkar til arbeiðið í ár, og tað er nóg mikið til at seta arbeiðið í gongd. Men tað skulu fleiri pengar úr almennu pengamappuni, áðrenn kanningin verður liðug. Løgmaður sigur, at søkt verður aftur um eina játtan á fíggjarlógini næsta ár.

Løgmansskrivstovan skal nú gera eitt uppskot til, hvussu kanningin skal skipast fram yvir.

? Stýrisbólkurin, sum stóð fyri Svørtubók, er ikki til longur, og eingin arbeiðssetningur er fyri framhaldið av kanningini. Tað er hetta, sum vit skulu fáa upp á pláss næstu dagarnar, sigur Sigmund Isfeldt, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni.

Hann sigur, at farið verður í gongd við kanningararbeiðið, so skjótt sum arbeiðssetningurin er gjørdur og fólk eru funnin at standa fyri arbeiðnum.

Í næstu viku verður vónandi uppskot til arbeiðssetning og annað latið løgmanni, sum varðar av kanningini.


Mæltu til framhald

Løgtingið samtykti í apríl 1996, at kanningar skuldu gerast í amerikanskum skjalagoymslum, fyri at lýsa føroysku støðuna undir kalda krígnum.

Løgmaður setti ein stýrisbólk at standa fyri hesum arbeiði. Í bólkinum sótu Rúni Joensen, sum var formaður, Jóannes Dalsgaard, Jóan Pauli Joensen og Jákup Thorsteinsson.

Sámal Tróndur F. Johansen gjørdi kanningar í USA, og hann skrivaði ein frágreiðing út frá skjølunum, hann fann har. Hendan frágreiðing var helvtin av Svørtubók, meðan Jákup Thorsteinsson stóð fyri hinari helvtini, sum var bygd á kanningar í Ríkisskjalasavninum í Keypmannahavn.

Í Svørtubók verður dentur lagdur á, at talan er um eina ávegisfrágreiðing, og stýrisbólkurin mælir í Svørtubók til, at kanningararbeiðið heldur fram.

Stýrisbólkurin helt, at um tað gekk væl við kanningararbeiðinum og játtan fekst til vega, kundi løgmaður hava eina endaliga frágreiðing á heysti í ár. Men hetta verður ikki veruleiki. Væntandi er, at kanningararbeiðið heldur fram langt inn í næsta ár.


Ivasamt við russiska opinleikanum

Jákup Thorsteinsson sigur í samandráttinum av kanningini »Hernaðarmál og politikkur«, at frágreiðingin skal lesast við fyrivarni, tí støðan er ikki lýst frá øllum sjónarhornum.

? Mangt av tí, sum er skrivað í hesi frágreiðing (»Hernaðarmál og politikkur, blðm.) kann seinni verða ? um ikki beinleiðis broytt ? so tó sæð og skilt í víðari samanhangi og úr fleiri sjónarhornum, skrivar Jákup Thorsteinsson.

Vit ætlaðu at tosa við Jákup Thorsteinsson um Svørtubók og framhaldið av kanningararbeiðnum, sum millum annað hann higartil hevur staðið fyri, men hann ynskti ikki at tosa við okkum um hetta. Hann vísti til Løgmansskrivstovuna, sum umsitir kanningina.

Svartabók vísti, at NATO hevði stóran áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, og illgrunin um, at Føroyar høvdu ein leiklut í kalda krígnum, varð staðfestur. Svartabók sigur, at í skjølunum, sum eru funnin í Danmark og USA, sæst aftur, at Sovjettsamveldið eisini hevði áhuga fyri føroyskum viðurskiftum.

Fyri at fáa javnvág í frágreiðingina og at sleppa undan eini einvegis frágreiðing úr vestureuropeiskum skjølum, skal kanningararbeiðið halda fram, so eisini skjøl úr Russlandi og eystureuropa annars verða funnin fram.

? Vit vita ikki, hvørjum skjølum vit sleppa fram at í Russlandi, tí har er ikki sami opinleiki, sum í til dømis USA. Tí vita vit ikki, hvussu umfatandi kanningararbeiðið verður, og hvussu langt vit kunnu koma, sigur Sigmund Isfeldt, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni.

Men gongst sum ætlað, kemur størri javnvág í lýsingina av føroysku støðuni undir kalda krígnum, tá kanningararbeiðið eystanfyri er liðugt.