Sjey fólk doyðu, tá ein amerikonsk flutningstyrla datt ella varð skotin niður uttan fyri Bagdad í dag. Hetta er tann fimta amerikanska tyrlan, sum er dottin ella skotin niður í Irak tær seinastu tríggjar vikurnar.
Sunnudagin váttaði amerikanska herleiðslan, at hinar fýra tyrlurnar vórðu skotnar niður, og at tær høvdu kostað 21 hermonnum lívið.
Ein amerikonsk hernaðarkelda sigur í kvøld, at fyribils hevur herleiðslan fingið at vita, at sjey fólk doyðu, tá tyrlan datt ella varð skotin niður í dag. Sostatt er talið á deyðum komið upp í 28.
Í dag varð eisini boðað frá, at ein polskur hermaður var deyður av einari vegjaðabumbu.