Aftur ein sparkivøllur tikin í nýtslu

Seinnapartin verður aftur ein sparkivøllur tikin í nýtslu, hesa ferð á skúlaplássinum við Gøtugjógv

Í hesum sambandi fara Magnus á Stongum, umboð fyri FSF, og Hans Mourits
Foldbo, borgarstóri, at siga nøkur orð.

Síðani verður ein lítil kapping millum yngstu leikararnar hjá LÍF og GÍ, og
kommunan bjóðar  heitt kakao og okkurt gott afturvið.
 
Hátíðarhaldið verður í dag kl. 17.00