Rækjukreppa
Kreppan hjá rækjuflotanum hevur nú ført til at enn ein trolari er farin á húsagang.
South Island, fekk ikki meiri enn trý ár í føroyska fiskiflotanum, tí nú er hann lagdur og fer undir hamaran.
Øll manningin er søgd upp og reiðarin, Eli Frederiksen, í sigur, at ongar vónir er um at bjarga honum og tí fer hann undir hamaran.
Hann kom á Havnina mitt í farnu viku og har verður hann liggjandi til verkfallið er av og hann sleppur at avreiða.
Tað vóru stórar vónir wettur til South Island, tá ið vágbingar keyptu hann úr Íslandi tíðliga í 2000, men síðani hevur tað verið ein long mótbrekka hjá honum eins og hjá øllum hinum rækjuskipunum.
Og nú hava so fíggingarstovnarnir sagt kredittin upp og vilja ikki fíggja hann meiri og so er bara ein vegur og tað er undir hamaran.
Reiðarin sigur, at báturin hevur fiskað væl, tó at hann ikki minnist tonsatalið.
Men prísurin hevur verið út av lagið vánaligur í longri tíð og hartil hevur oljuprísurin rættiliga tikið himmalfluktina.
Og nú South Island liggur í Havn og bíðar eftir at sleppa av við veiðina, fáa teir ikki so frægt sum sjey krónur fyri kilo av ídnaðarrækjunum.
Og marknaðurin fyri tær kókaðu rækjurnar eru so vánaligur, at teir hava ongan sum helst prís fingið fyri tær enn og tær verða tískil lagdar á goymslu í vónini um at sleppa av við tær seinni.
Eli Frederiksen sigur, at prísurin fyri ídnaðarrækjurnar skuldu helst verið einar 12 krónur kilo og tær kókaðu rækjurnar skuldu helst gingið fyri einar 18-20 krónur kilo.
Ongin glotti fyri framman
Hann sigur ,at tað er ikki til at siga, hví støðan á heimsmarknaðinum er blivin so vánalig.
? Men veruleikin er, at tað eru matstovur kring um í heiminum, sum keypa tað mesta av rækjunum. Og matstovuvinnan er eisini í svárari kreppu nógva staðni, tí óttin fyri yvirgangsatsóknum ræðir fólk frá at fara á matstovur at eta.
Samstundis hava bæði kanadiarar bara økt rækjukvoturnar í takt við at prísurin er fallin fyri at halda stand og grønlendingar fylgja eftir og er bara við til at trýsta prísirnar enn meiri.
Og hann sigur frá fólki, sum fylgja við rækjumarknaðinum, at ongin glotti er at hóma og at kreppan í rækjuvinnuni kann fyri tað vara nøkur ár enn.
Vágbingar keyptu South Island úr Íslandi í februar í 2000 fyri 60 milliónir krónur og hann skuldi fiska fyri 31 milliónir um árið fyri at bera seg.
Men tað hevur verið so langt frá, tí hvørki í 2001 og 2002 fiskaði hann so frægt sum fyri raksturin og tíðansheldur hevur nakað avlop verið at betala avdráttir við. Men í fyrstuni kláraðu teir so dánt renturnar.
?Sostatt er skuldin bara vaksin og vaksin og tað var onki at gera longur. Hvussu stór skuldin er, minnist hann ikki í løtuni.
Eli Frederiksen sigur, at teir, sum nú eiga bátin, hava slept honum og fara ikki at royna at fáa hann aftur.
Upprunaliga er South Island kendi íslendski trolarin Bessi. Hann varð bygdur í 1989 og hevur fiskað avbera væl. Í 1996 varð hann umbygdur til rækjur.
Ikki tann síðsti
Eli Frederiksen sigur, at South Island er triði rækjutrolarin, sum fer av knóranum, bæði Hvannaberg, sum eisini vágbingar áttu og Kappin úr Havn eru farnir frammanundan.
Og hann væntar, at sum støðan er í løtuni verður South Island ikki tann seinasti, so vánalig er støðan.
?Nakrir rækjutrolarar eru eftir, men tað sær svart út hjá øllum flotanum nú.
Samstundis hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum gjørt púra greitt fyri kortum, at ongi politisk stig verða tikin fyri at bjarga rækjuflotanum burturúr kreppuni.
Hann skal ikki siga, at tað var hendan útsøgnin, sum fekk fíggingarstovnarnar at geva skarin yvir beint nú, tí tað kom nokk so knappliga, men tað kann vera, heldur hann.
Tí er alt, sum bendir á, at South Island nú fer av landinum aftur.