Aftur ein gløggur útiseti farin
Tann 14. december komu boð um, at Vagnar Jacobsen úr Vági, var farin. Í Vágsbygd varð hann oftast nevndur Vagnar hjá Eliesar á Skála.
Vagnar kom tíðliga í 50´unum til Høng á Vestursjællandi, har hann tók studentsprógv 1956. Tað vóru rættiliga nógvir føroyingar, sum lósu á Høng studentaskeiði í 50´unum og 60´unum, og teir flestu fóru seinni til Kjøpinhavnar at studera.
Av tí, at Vagnar hevði havt tuberkla-smittuna og verið á sanatorium í unglingaárum, slapp hann at búgva á tí vælumtókta Rudersdal kollegiinum í Holte, sum var serliga ætlað tuberkla-raktum studentum. Har dámdi honum sera væl at vera. Hann fór um hetta mundið at lesa til kemiingeniør á Polyteknisk læreanstalt, og eftir útbúgving sína arbeiddi hann á fleiri ymiskum kemi-fyritøkum í Kjøpinhavn, m.a. Ankerstjerne-laboratoriunum.
Vagnar var ein av teimum útisetunum, sum stórtreivst í tí kjøpinhavnska meldrinum á Nørrebrúgv og Bispebjerg. Hann kom ikki serliga nógv millum føroyingar, men hevði nógvar danskar kenningar. Hann vitjaði tó ofta í Føroyum og hevði nógv samband við sína heimbygd og familju.
Í lestrarárunum kom hann ofta á Kannibalin og var har kendur fyri sínar hvøssu viðmerkingar. Hann varð ofta citeraður í studentaumhvørvinum., serliga tá ið hann ”analyseraði” tey, sum ikki lósu náttúruvitskaplig evni
Vagnar hevði sín heilt egna lívsstíl sum ”ironiskur observatørur” av alskyns socialum fyribrigdum, men tey síðstu tjúgu árini luttók hann rættiliga sjáldan í nøkrum organiseraðum felagsskapi.
Hann var inkarneraður individualistur. Til dømis var hann ein av teimum fáu akademikarunum, sum ikki kundi droymt um at fingið sær bil, bát, teldu ella nakað annað størri tekniskt amboð. Harafturímóti var hann í nógv ár passioneradur cyklistur og kom víða um á Sjællandi bara við hjólrossi.
Vagnar gjørdist 78 ár, og bleiv jarðaður 19. december á Assistens kirkjugarði, har so mætir menn sum Søren Kierkegaard, H. C. Andersen og Niels Bohr eisini liggja. Tað er kuriøst, at Vagnar allarhelst átti síni allarflestu spor akkurát á Nørrebrogade, har Assistens kirkjugarður liggur. Friður verið við hansara minni.
.....
Virgar Dalsgaard