Triðja dagin á rað eru aftur bardagar í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo í dag millum mótmælisfólk og løgregluna. Bardagarnir byrjaðu longu í lýsingini, tá mótmælisfólk fóru at tveita grót og annað eftir løgregluni, sum svaraði aftur við táragassi og ávaringarskotum.
Mótmælini hava sín uppruna í samanbrestunum aftan á ein fótbóltsdyst í býnum Port Said mikudagin, har 74 fólk doyðu, tá viðhaldsfólk hjá teimum báðum liðunum brustu saman. Løgreglan hevur verið fyri hvøssum atfinningum síðani, tí fleiri vilja vera við, at løgreglan gjørdi einki fyri at forða bardøgunum á og uttan fyri vøllin.
Keldur í heilsuverkinum siga, at níggju fólk eru deyð í gøtubardøgum í Kairo og Suez síðani mikudagin. Heilsumálaráðið hevur upplýst, at 1.051 fólk fingu skaða í samanbrestum í Kairo í gjár.