Aftur av Flemish Kap við toski

Tvey línuskip - annað av Flemish Kap og hitt undan Føroyum - koma inn at landa mánadagin. Skipið, sum kemur av Flemish Kap, hevur mest av toski og skipið, sum kemur undan Føroyum, hevur mest av svartkalva.

- Mikudagin vænta vit eitt línuskip undan Íslandi, og her er slagið ein blandingur av brosmu, longu, toski og hýsu.

Fiskamarknaður Føroya væntar tvey línuskip aftrat - antin mikudagin ella hósdagin. Hesi bæði skipini koma eisini av Flemish Kap við toski.

Aftrat nevndu skipum koma møguliga tvey línuskip eisini undan Eysturgrønlandi síðst í næstu viku ella mánadagin í aðru viku, og meginparturin av línuveiðini undir Eysturgrønlandi er toskur.