Aftur at samráðast við danir

Bert fáar dagar eftir, at tað frættist, at heimasíðan fullveldi.fo fór í søguna, vórðu framherjarnir báðir í fullveldislandsstýrinum, Anfinn og Høgni, valdir á fólkating
Tað er við sterkari manning, at føroyingar møta á fólkatingi í næstum. Anfinn Kalsberg og Høgni Hoydal eru millum royndastu tingmenn í Føroyum og hava nú høvi at ávirka ta fatan, donsk tingfólk hava av støðu Føroya.
Hetta er nakað sum at síggja 2?aran í filsmrøðini hjá Ullu Boje. Færøerne.dk var filmurin, sum gav dønum fatan av, at føroyingar livdu av at ganga á bingo at vinna sær seyð, um ikki vóru so hepnir at finna sjóriknan hval í fjørðuni. Føroyingum gav filmurin ta fatan, at okkara menn vóru heldur illa fyrireikaðir til realpolitikkin á Christiansborg.
Góðtrúnir og glaðbeintir fóru teir Anfinn og Høgni fyri fimm árum síðani at samráðast við danir um sáttmála millum "de høje kontraherende parter." Ætlanin var tá, at Føroyar ríkisrættarliga skuldu fara út at skifta meining. Fyrst skuldu vit taka fullveldi í stutta stund og síðani aftur um stutta stund binda okkum í felagskap við "ríkja" heldur enn "ríkis" í navninum.
Stevið er helst ikki heilt í takt hesuferð. Anfinn og Høgni gjørdust mestsum óvinir til endans í tíðarbili fulldissam-gongunnar. Sigst at teir bert samskiftu við gulum seðlum. Høgni koppaði Jørgen, Anfinn tók Annlis afturfyri, og soleiðis numust teir heldur ófryntliga.
Men, sum bretar siga, vika er long tíð í politikki. Áðrenn fyrsta súlukortið er fult, munnu Anfinn og Høgni vera vornir væl aftur uppiyvir eini bjór í Kastrup. Anfinn er Føroya sterkasti realpolitikari, og Høgni má vera pedagogiskt flogvit at hava fingið so toluligt skikk uppá bargadafólkið í tjóðveldisflokkinum. So tað skuldi borið til at lagt ráð saman um tilgongdina á danatingi.
Valið av
Føroyingar eru sær sjálvum líkir. Teir megna altíð at hava mótsettar meiningar í senn. Tá fullveldismenn sótu við róðrið, valdu teir Lisbeth og Høgna; nú javnaðarflokkurin ræður í sambandssinnaðari samgongu, velja teir Anfinn og Høgna. Í teirri drúgvu føroysku sjálvstýristil-gongdini vil føroyski veljarin altíð sleppa at javnviga áhaldni og íhaldni.
Føroyski veljarin er sera besnissaður og sjálvmedvitin. Vit sóu longu á kommunu- og løgtingsvalunum seinast, at veljarin vil hava politikarar at røkja álitisstørv síni væl og virðiliga og ikki vera uppií ov nógvum í senn. Heðin Mortensen, Jógvan Arge og Katrin Dahl Jacobsen vórðu vrakaði á løgtingsvalinum, men stjórna nú býráðnum í høvuðsstaði og størstu kommu landsins.
Á sama hátt valdi føroyski veljarin at biða landsstýrismenn sita í Tinganesi í frið. Tann sama Helena Dam á Neystabø, sum ikki var vald á løgting, fekk framúrskarandi úrslit fyri uttantingsmann og liggur væl fyri at gerast fólkatingsumboð næstu ferð, serliga um Jóannes Eidesgaard enn er løgmaður.
Sambandsflokkurin var fyri øgiligum bakkasti. Men tað var væntandi. Tá fullveldismenn ráddu, vildu mangir borgarligir veljarar vísa, at teir vildu hava sjálvstýristilgongd, men ikki loysing yvir háls og herðar. Nú er fullveldi ikki longur at finna í samgonguskjalinum, og hesir somu veljarar vilja vísa, at fyri tað skal sjálvstýristilgondin ikki steðga.
Lisbeth L. Petersen hevði tó eisini sín stóra leiklut. Fyrst tapti hon løgtingsvalið uppá loynilig vallyftum, og nú var hon við at tryggja tapið við loyniligum úrslitum. Hon greiðir heldur kryptiskt frá, at danskir ráðharrar mangan hava verið hollir, og at hon hevur atkvøtt ímóti Venstre fleiri ferðir. Men júst í hvørjum málum, Venstre og Anders Fogh hava flutt seg fyri hennara skyld, er enn dult. Sambandshugsjónin skuldi annars ikki verið so ring at selt; samveldi við víðfevndum sjálvstýri er upplagt fyri lítið land sum okkara. Trupulleikin er, at jú sjálvbjargnari og meiri sjálvstýrandi Føroyar eru vornar, jú verri er tað bert at røða um, at ríkissfelagskapurin er fortreytin fyri øllum. Evangeliið má stiðast við epistlum.
Veljarakanningar hava helst gjørt sítt. Tað ringasta fyri ein flokk er at liggja á odda í seinastu veljarakanningini. Miðlarnir skrivaðu, at javnaðurin fór at vinna, og sambandið tapa. Í veruleikanum vísti kanningin, at tríggir teir fremstu flokkarnir vóru so javnir, at teir lógu innan fyri óvissuna í slíkari kanning, og kanningin hevði, so løgið tað ljóðar, ikki tikið við, hvussu nógv enn vóru í iva. Kanningin hevur eyðvitað verið við til at flutt nakrar sambands-, javnaðar- og smáflokkaatkvøður, serliga til fólkaflokkin.
Ómetaliga góða úrslitið hjá Anfinni er í familju við úrslitini hjá Poul Schlüter og Poul Nyrup til ES-valið. Landsins fráfarni stjórnarleiðari fær eina tøkk frá veljarunum fyri tænastu sína og fær mandat til umboða landið sum statsmaður í samveldistinginum. Føroyski veljarin hevur við hesum eisini vrakað ta yvirdrivnu politisku korrektheit, ið førdi til fallið hjá Anfinni av løgmansbríkini. Eisini Edmun Joensen fekk stuðul sum statsmaður, umenn hansara herðaklapp var nakað leysari í tí.
Norðuratlantsmenn
Men aftur til teir báðar, ið skjótt aftur skulu ganga upp gróttrapp-urnar á gomlu kongsborgini. Høgni fer uttan iva aftur í norðuratlantsbólkin, har Kuupik Kleist og Lars Emil Johansen somuleiðis eru afturvaldir. Bólkurin hevur havt støðu sum tingflokkur og hevur tí havt góðar arbeiðsumstøður við skrivstovu og starvsfólki. Hans Jacob Helms, ið fyrr hevur verið ovasti umsitingarleiðari í Grønlandi, hevur stjórnað arbeiðnum á Christiansborg, og Sjúrður
Skaale hevur verið "tann sum arbeiddi" við føroysku málunum.
Júst Sjúrður hevði helst verið forðingin fyri at fingið Anfinn uppí bólkin. Sjúrður er nakað snarsyntur til at vera í politikki. Hevur alment sagt ymiskt minni enn smikrandi um Anfinn - og sínar egnu. Men nú gevst hann í politikki, sigst, hóast sera gott úrslit, sjálvt um hann ikki var valdur.
Bæði Jørgen Niclasen og Óli Breckmann hava sagt seg vera ímóti at vera við í norðuratlantsbólkinum. Óli hevur í mong ár sitið sum limur í konservativa tingbólkinum og hevur sera gott netverk á borgini. Undan valin-um gav Óli eisini Anders Fogh sín greiða stuðul - sera langt frá teimum gomlu slagorðunum um at halda seg uttanfyri danskan politikk.
Í donskum sjónvarpi hevur verið lýsing við øli. Sagt verður, at "et par Carlsberg kommer på bordet, og straks blir? det hele meget hyggeligere." Hóast okkara Kalsberg ikki hevur so øgiligan tokka til Høgna, og tó at hinir tríggir norðuratlantisku liggja nakað langt til vinstru, so kann tað heila gerast so nógv hugnaligari, tá nakrir góðir skrivarar og koma á borðið.
Við teirri røttu manningini og við greiðum samtyktum um, at norðuratlantsbólkurin ikki stendur saman um annað enn skrivstovu og nevndarval - síðani er hvør tingmaður fríur - kann hesin bólkurin gerast fremsta umboðs- og fregnartænasta føroyinga og grønlendinga í Danmark. Ósemjur okkara millum um fiskiveiðirættindi og taktiskt samstarv um mál av felags áhuga kunnu loysast umvegis hetta samskiftið, serliga um tað verður gjørt í góðum forstáilsi við stjórnirnar heima í várum londum.
Við teimum báðum framherjunum Kuupiki og Høgna, og so teimum eldru statsmonnunum Lars Emili og Anfinni, kann danska skipanin at enda fáa tað uppibornu virðingina fyri sjálvstýristilgongdunum í norður-høvum.
Men sjálvsagt kann Anfinn samstarva við hinar tríggjar fyri tað, um teir ikki eru í sama tingbólki. Anfinn kann eisini fáa sømdir frá stjórnini við at vera í donskum tingbólki. Tó at teir ikki matematiskt hava Anfinn fyri neyðini, so er alt søtt hjá tí svanga, og serliga konservativi tingbólkurin er fegin um fleiri limir og fleiri nevndarsessir.
Júst nevndarsessir eru lykilin betri føroyskar sømdir. Danir mugu mýkjast og sannførast um, at føroyskir politikarar er nóg dugnaligir og arbeiðssamir til átaka sær at umboða land og ríki úti í heimi og umsita fleiri heimildir heima í Føroyum. Eisini mugu danskir tingmenn kunnast og mýkjast, tá umræður ríkisrættarstøðu Føroya, sum danskir heimamenn tíverri hava forbrongla við sínum søguliga skeivu og løgfrøðiliga lítið mentu fatanum.
Um trý til fýra ár fara vit at kunna eftirmeta hetta hesa double-manningina; tá verða helst tikin fram mál sum uttanríkisheimildirnar, yvirtøka av flogvøllinum, limaskapur í norðurlandaráðnum og limaskapur í øðrum viðkomandi ráðum og felagskapum. Umframt, at uppmøting og virksemi á fólkatingið í framtíðini fara at verða brúkt sum alnamát.