Stórsta búskaparliga, mentanarliga og sosiala menning í Føroya søgu
Tað tók 6 ár við Tjóðveldi sum lokomotivi, at broyta eitt samfelag í ruðuleika til eitt skipað samfelag eyðkent av framburði, dirvi og vón.
Minnast tit tíðina? Minnast tit hvussu errin vit vóru? Hvussu hitin og mótið góvu okkum kreftir og møguleikar sum aldri áður? Skuldin til Danmarkar og onnur lond varð niðurgoldin við umleið 6 milliardum kr. Ríkisstuðulin varð skerdur við 366 milliónum kr. og fyribils frystur.
Hetta samstundis sum risaátøk vóru gjørd innan lønir, fólkapensión, fyritíðarpensión, barnafrádrátti, barsilskipan. Nýtt Landssjúkrahús í gerð. Ellisheim, røktarheim, sambyli byggd. Øktur lestrarstuðul, mentur fólkaskúli og mentan. Sandoyarferja, tunnil undir vestmannasund, byrjan til Norðoyatunnil, berhol til Gásadals, nýtt suðuroyarskip í gerð, fergulega á syðradali í gerð, nýtt vaktarskip o.s.fr. o.s.fr.
Ruddað varð upp innan búskapin við ajouføring av landsrokniskapum aftur til 1992, nýtt prístal, tjóðarrokniskapur, kapitalvinnings skattaskipan, langtíðarætlan fyri íløgur í tøttum samarbeiði við kommunur.
Við stórum fyrisitingarligum førleika, gjøgnumskygni og handlikraft vóru 24 mál liðugt fyrireikaði til yvirtøku, uppskot til grundlóg og fullveldissáttmála gjørd, hermálsliga støðan kannað, løgtingið staðfest Føroyar við sjálvsavgerðarrætti. Harafturat vóru skúlamál, almen forsorg, skipasýn o.a. koma undir føroyskt ræði, dómarar og fulltrúar í Føroya rætti skulu skilja Føroyskt, hjúnarbandslógin dagførd, Løtingsins Umboðsmaður settur á stovn, fjølmiðlaábyrgdarlóg liðug, bankamálið loyst, søkt um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og samstarv í útnorðuri.
Alt hetta gav Føroyum stóra viðring og áhuga millum lond og Føroyar komu á beddan í útheiminum. Vit rættu ryggjin og kundu bera høvdið høgt. At enda varð møguleiki at taka fulla ábyrgd og, at sína í verki hvussu tílíkt kann menna eina tjóð.
Tað líkist eitt sindur tí sum hendir, tá ung fólk fara undir at byggja eini hús. Vit onnur halda tað verða óamannaverk. At teirra búskaparliga styrki ikki heldur til hetta. Men tá ein tíð er liðin hevur stoltleikin, gleðin, hugurin og evnini vunnið á øllum hesum, og glæsiliga borgin stendur sum prógv.
Aftur til búskaparligt ábyrgdarloysi
Skrúva vit so fram til dagsins politisku/búskaparligu støðu síggja vit ein annars skilagóðan fíggjarmálaráharra standa fram, og lova í minsta lagi 400 milliónir í yvirskoti á fíggjarlógini fyri 2008. Hetta er jú bert rímuligt av tí, at landið nú er í einum óvanliga stórum búskaparvøkstri, so stórur, at kønir menn meta hann sum ovurupphitaðan. Seinastu 4 árini eru skattainntøkur landskassan øktar við umleið 1000 milliónum kr.
Tá av tornar verður yvirskotið 150 milliónir. Er tað so, at 250 milliónir skulu nýtast til valstríðið? Summir skulu fáa vakrar ballónir og aðrir skattalætta fjóðra árið á rað. Bensin á ovurupphitaða búskapin! Ongar bindandi avtalur við kommunur um íløgur o.s.fr.
Veitslan gjørdist so góð, at onkur í berum ovfara kæti buldraði eitt so trivaligt hol í Landsbankan, at landsbamka stjórin fór upp í eitt træ at rópa um hjálp. Hann varð tó skjótt togaður niður aftur av løgmanni og settur uppá pláss. Holið skal nú typpast við at stappa meginpartinum af Føroya Banka í tað.
Kenna vit støðuna aftur. Er tað ikki okkurt líknandi sum hendið fyri einum 15 – 20 árum síðani. At lata hánt um serkøn ráð (í hesum førum búskaparráðið o.a.), at brúka hvørt oyra sum kemur inn og so helst eitt sindur afturat.
Hetta er ábyrgdarloysi sum bert letur seg gerða undir ”running back to mama” viðurskiftum. Tað vil siga, at vit hóast øgiligan búskaparvøkstur heldur velja at klatta peningin burtur enn at fáa okkum ein sjálvbjargnan búskap og tá búskapurin sum vænt aftur kemur í ein aldudal er onki at standa ímóti við, men tá kunnu vit altíð renna aftur til mammu (Danmark) og leggja okkum at súgva av móðurmjólkini.
Fáa onki samarbeiði á jøvnum føti
Nógv føgur orð verða í hesum døgun brúkt til, at greiða frá teimum avrikum ymisk valevni seta seg føran fyri, at gerða á danatingi. Men í bestu búskapartíðum í Føroya søgu megnaðu tey ikki at minka skuldina munandi, tey megnaðu ikki at minka um ríkisveitingina. Hetta sjálvt um fleiri flokkar hava tað sum stevnuskrá, og tey megnaðu ikki, at fáa eitt líkinda yvirskot á fíggjarlógini, samstundis sum gjaldsjavnin er farin heilt út av nálini. Tað er púra greitt, at donsku mynduleikarnir kenna alt til hetta og flenna í skeggið. Um ikki annað so áliggur tað ríkisumboðnum, at gerða donsku mynduleikunum hetta greitt
Hetta setir eitt møguligt umboð fyri hesar flokkar á danatingi í eina sera veika støðu. Her verður als ikki talan um nakrar samráðingar á jøvnum føti. Og enn minni tá umboðið hvørvur inn í danskan flokk. Ein lítil glotti er tó, at fólkaflokkurin nú umhugsar, at verða óheftur.
Tjóðveldi arbeiðir siðiligt og ábyrgdarfullt
Tjóðveldi hevur greiðar liniur. Farið verður ikki upp í nakran flokk, umboðanin hjá tjóðveldinum hevur síðani 2001 verið virknasta fólkatingsumboðanin í nýggjari tíð. Hevur ikki drigið ósemjur úr Føroyum niður á danating, men lift fram fyri Føroyar týdningarmikil mál soleiðis, at tey verða viðgjørd og ikki avgjørd í tí dulda.
Tjóðveldi fer í hesum valskeiði millum annað at virka fyri, at føroyskur sjálvsavgerðarrættur skal fráboðast ST, rættur skal verða til egna grundlóg og samráðingar á jøvnum føti. Samstarvast skal við aðrar sjálvsstýrisrørslur. Knýta føroyskar útisetar at Føroyum og savna føroysku tjóðina um øll landamørk. Eisini verður virkað fyri sjálvstøðugari umboðan í altjóða felagsskapum og varpað verður ljós á støðu Føroya, tá Danmark væntandi gerst partur av ES-grundlógini. Hetta og mangt annað verður at gerða í góðum samstarvi við Danmark.
5. novembur 2007
Jákup Petersen, valevni hjá Tjóðveldinum til fólkatingsvalið