Tórður Jóansson
Hóast avtøka kongliga einahandilsins og byrjan fríhandilsins í 1856 vanliga verða mett sum markið millum gomlu tíðina og ta nýggju í føroyskari søgu, so var altjóðaligur handil - og partvís eisini vinna - í Føroyum longu í øldini framman undan.
Almenna søgan sigur sjáldan stórvegis um hesa merkisverdu hending, sum spratt úr serligum umstøðum úti í heimi. Men vert kann vera at hava júst hesa altjóðaligu vinnu í Føroyum í huga, nú frálandavinnan uttan iva fer at gera líka so nógv - ella meira - um seg, enn tað fyritakssemi, sum var í Vágsbotni í Havn fyri umleið 250 árum síðani.
Ein knappan mansaldur vóru Føroyar miðdepil í serligum slag av altjóðaligum handli. Hetta vóru ófriðaligar og óskipaðar tíðir, har ávísar vørur ofta komu fram á ivasamar hættir, so tær gjørdust bíligari. ? Summi høvdu kanska kallað slíkt fyritakssemi smuggling.
Men eftir stendur tó, at hetta var fyrstu ferð, at útlendingar í stórum tali róku vinnu í Føroyum. Og nú er líkt til, at nakað sama - tó nógv meira umfatandi - hevur tikið seg upp við frálandavinnuni. Fá munnu duga at ímynda sær, hvussu hetta fer at merkja føroyskan búskap, samfelagið, mentan og onnur øki, ella hvussu framtíðin verður.
Altjóða handilin 1767 - 1788
Tað var danski handils- og útgerðarmaðurin Niels Ryberg, sum í 1767 byrjaði transitthandil í Vágsbotni í Havn. Bretland og Frakland, eins og flestu onnur lond í Evropa, vóru alsamt í bardaga, serliga í tíðarskeiðnum frá 1689 til 1815, og tí var torført at fáa ávísar vørur, sum ikki einans yvirstættin nýtti longur. Tað var júst handil við hesum vørum, sum evropisku londini stríddust um og ein orsøk til bardagarnar.
Handilin við Eystur- og Vesturindia kastaði meira og meira av sær, og tá ið bardagar herjaðu, vóru nøkur fá uttanveltað lond, ið høvdu ovurstóran vinning í handli við te, kaffi, kryddi og mærglæti eystanífrá, suguri, tubbakki og rommi vestanífrá. Oyggin Man var miðdepilin í hesum ivasama handli, men í 1765 bar hetta ikki til longur, tí oyggin varð seld. So tvey ár seinni fluttu handilsmenn haðani virki sítt til Føroya, sum í eini tjúgu ár var miðdepil í meira ella minni lógligum inn- og útflutningi.
Flestu vørurnar vórðu fluttar áleiðis til Skotlands og Írlands við skipum Rybergs og við ameriskum, bretskum og norskum skipum. Ofta lógu 12-15 handilsskip í senn og lossaðu út fyri Havnini. Eisini smærri før úr Skotlandi og Írlandi komu til Føroya at keypa bíligar vørur í Vágsbotnshandlinum.
Hóast handilin helt uppat í 1788, millum annað tí ameriska stríðið endaði í 1783, so høvdu hesi tvey áratíggju ómetaligan týdning og stórt árin á tað, sum seinni fór fram í føroyska samfelagnum, ikki einans búskaparliga, men á nógvum øðrum økjum eisini. Óivað slóðaði tíðarskeiðið fyri teimum stórbroytingum, sum fóru fram í 19. øld.
Nógvir føroyingar arbeiddu á vørugoymslunum og smiðunum hjá Vágsbotnshandlinum saman við útlendingum. So við og við lærdu føroyingar at gera tey arbeiði og veita tær tænastur, ið slíkt fyritakssemi kravdi; havnarmenn gjørdist góðir bøkjarar, træsmiðir, skrivarar og so framvegis. - Fyrstu ferð varð farið undir rættiligan fiskiskap undir Føroyum, og nógv fólk arbeiddu í fiskavirking, har tey turkaðu saltaðan tosk, saltaðu sild í tunnur og annað.
Ein samtíðarmaður, danski kommandanturin Born kapteynur, metir fleirtjóðaliga fyritakssemi soleiðis:
»Øll tiltøk hjá danska Menningarfelagnum fyri Landbúnað, so sum áheitanir, ráð, stuðul, prentlutir og aðrar tileggingar til at bøta um og víðka búskaparliga lívið hjá føroyingum fara ikki at hava við sær so mikla framgongd í fimti ár, sum transitthandilin og útlendingarnir í Tórshavn, við teirra fyridømi, hava havt í tíggju.«
Avbjóðingar í 21. øld
Í seinasta fjórðingi 20. aldar hendu stórbroytingar á orkuøkinum. Tørvurin á orku vaks javnt við tøknifrøðiligu framstiginunum um allan heim. Kol fekk minni og minni týdning, og kjarnorka fekk fótafestið. Størsta orkukeldan er tó framvegis olja og oljuúrdráttir, sum tykist hava nógv størri týdning, enn vit ofta halda.
Olja verður stundum kallað »svarta gullið«, og í veruleikanum hevur oljuframleiðsla, handil við olju og kappingin um valdið á hesi avgerandi orkukeldu í stóran mun ræðið á heimsbúskapinum, heimspolitikkinum og øðrum týðandi viðurskiftum. Fleiri ræðuligir bardagar um allan heim hava verið - og eru - í veruleikanum um olju. Summi tvíhalda enntá um, at veruliga orsøkin til stríðið í Afganistan eisini er um olju, eins og Flógvabardagin var. Amerisk oljufeløg vilja gera stóran oljuleidning gjøgnum Afganistan.
Tá ið óvissa og stríð herjaðu í Miðeystri, fóru teir at leita eftir olju í Norðsjónum, og síðani 70árini hevur stór frálandavinna tikið seg upp har. Bøtt varð um virkisføri á útgerð og útbúnaði at fáa olju undan havbotninum, og til bar at bora á alsamt djúpari støðum, tí nýggj sløg av boripøllum vórðu gjørd.
So við og við var mótið flutt longur og longur út, tí teir fóru at nýta flótandi boripallar, stýrdir frá fylgisveinum, í staðin fyri boripallar á steyrum frá havborninum. So statt tala vit nú um Norðsjóvar- og Atlantsmótið, tí økið, har olja verður vunnin, fer at fevna nógv víðari enn áður.
Hetta varð greitt hjá summum longu seint í 80árunum og tíðliga í 90árunum; men yvirhøvur hildu føroyingar alt prát um eina komandi frálandavinnu í Føroyum vera ørvitistos. Og háðflennið at teimum, sum vístu á og løgdu lunnar undir oljuvinnu, var mangan ógvusligt.
Frálandavinna í Føroyum?
Tó varð skjøtil settur á umleið 1990, tá ið Danny Poulsen saman við øðrum áhugaðum royndi at sannføra føroyingar um, hvørji útlit vóru fyri altjóðaligari oljuvinnu í Føroyum. Tað vóru í veruleikanum hesar fyrstu trivlandi royndirnar at fáa gongd á eitt orðaskifti og eina tillaging, sum slóðaðu fyri tí, sum seinni hendi viðvíkjandi frálandavinnu í sambandi við Føroyar. Danny fekk føroyingar á frálandaskeið, í bretsku frálandavinnuna og mangt annað.
Longu í september hetta árið vóru um 80 føroyingar á altjóðaligari frálandaráðstevnu í Aberdeen, teirra millum landsstýrismenninir Tummas Arabo og Svend Aage Ellefsen, umboð fyri kommunur, virki og onnur. Teir, ið løgdu til rættis, skrivaðu skrá og pressufrásagnir vóru Danny Poulsen, Johan Mortensen, Magni Arge, Tórður Jóansson, Sofus Poulsen í Aberdeen og onnur, sum leingi høvdu roynt at gera vart við gongdina.
Til at økja um áhuga almenningsins varð ferð gjørd við Teistanum, sum sigldi so nær einum nýmótans boripalli millum Føroya og Hetlands, at væl sást og til bar at taka myndir. - Danny Poulsen skipaði eisini fyri hesum.
Síðani vórðu fólk, ið høvdu innlit og royndir í frálandavinnu, boðin til Føroya at greiða frá, halda fundir ymsastaðni í landinum, siga frá í útvarpi og sjónvarpi og hava viðtøk við bløðini, til dømis hetlendingar og fólk frá oljufeløgum. Serliga hevur Jan Muller, blaðstjóri á Sosialinum, alla tíðina verið hugtikin og íðin at slóða fyri; ja, so nógv, at mong hava hildið, at blaðið stundum var vorið oljublað burturav.
Nú 21. øld er byrjað, hava oljufeløg skrivstovur í Føroyum, royndarboringar fara fram, og fá ivast í, at um ikki so langa tíð verður rættilig frálandavinna í Føroyum. Hetta fer uttan iva at hava við sær samfelagsligar stórbroytingar, búskaparlig framlop og slóða fyri eini heilt aðrari framtíð í Føroyum, enn hildið var framman undan.
Tó er at vera á varðhaldi, tí ikki er vist, at hesar broytingar bara verða til bata. Føroyskir myndugleikar og fólk yvirhøvur mugu ansa eftir, at alt fer ikki út á bláman. Føroyski samleikin - tað, sum eftir er av honum - má tryggjast heilt øðrvísi enn higartil. Føroysk fakfeløg mugu síggja til, at lønarlagið ikki verður avlagað. Forðast má fyri ørligari spekulatión og øktum stættamuni, tí vandi er fyri, at lættvunnin inntøka kann elva til nýggja, óbæriliga yvirstætt. Eisini má síggjast til, at ikki tað sama hendir í Føroyum sum í Hetlandi og Skotlandi yvirhøvur, nevniliga at mesti ágóðin fer aðrastaðni ella hvørvur.
Nýggjar vinnur og broyttur búskapur rína altíð við samfelag og samfelagsviðurskifti í síni heild. Øll øki verða rakt og mugu leggja sær nær at gagnnýta nýggja tilfeingið á skilagóðan hátt, øllum samfelagnum at gagni - og ikki einans útlendingum og nøkrum fáum einstaklingum.
Uttan iva fer nýggja tíðarskeiðið í føroyskum vinnulívi og búskapi at hava munandi størri árin og nógv størri avbjóðingar við sær enn tað altjóða virksemið, ið var fyri góðum tveimum øldum síðani.