Afrika brúk fyri Føroyum

- í royndunum at menna oljuvinnuna

Oljuvinna




Fyritøkan Thor í Hósvík man vera ein tann føroyska vinnufyritøkan, sum hevur fingið best fatur á og burtur úr altjóða oljuvinnuni. Frá at vera ein fiskivinnufyritøka burturav fór felagið fyri nógvum árum síðani eisini undir at reka virksemi í sambandi við oljuleiting, fyrst og fremst úti í heimi men eisini her heima.

Og eitt av feløgunum, sum er við til flestu oljumessur fyri at hitta nýggjar kundar og fáa sáttmálar er tí eisini hetta undangongufelagið við heimstaði í Hósvík. Og so varð eisini hesaferð. Stjórin í felagnum, Andreas Joensen og Per Hvítklett , sum er ráðgevi og medeigari í felagnum, høvdu nógv um at vera á føroyska básinum á oljuráðstevnuni í Aberdeen herfyri. Ikki minst er stórur áhugi í afrikonskum londum at keypa tænastur frá Thor, ið sum nakað heilt nýtt hevur funnið sær eina nýggja rók í oljuvinnuni. Tað er at kunna veita fleiri tænastu í senn, meðan seismikkskipini arbeiða, eitt nú at flyta út brenniolju úr landi til hesi skip.

-Eg haldi tað er neyðugt at vera við og vísa flagg. Thor hevur ikki bara skip at bjóða fram til tænastur í oljuvinnuni, vit hava eisini agentvirksemi oa. sigur Andreas Joensen, sum vísir á, at tað eru eisini nógv útlendsk feløg, sum seta seg í samband við Thor fyri at vita, hvat hendir í Føroyum.

-Vit mugu fylgja við og vita, hvat hendir á økinum. Og hvørjir møguleikar eru. Her er tað ikki minst nýtt design av skipum, sum vit hyggja eftir. Thor hevur tí vitjað flestu av norsku konsolentunum fyri at fáa tað nýggjasta við á økinum greiðir Per Hvítklett frá. Tað er nevniliga sera umráðandi, alla tíðina at vera ?up to date?, soleiðis at ein ikki missur momemtum.

-Tingini útvikla seg skjótt, og stór kapping er á hesum økinum. Her eru stórar fyritøkur í fleiri londum. Tað krevur, at man alla tíðina fylgir við. Bara innan fyri design av einum standbyskipi hendir nógv. M.a. koma norðmenn nú við einum heilt nýggjum skipaslag, sum Statoil hevur biðið norsku vinnuna um at útvikla. Tað er sera áhugavert at síggja, hvussu t.d. norðmenn, danir og bretar hugsa á hesum øki. Alt er ymiskt. Tak bara motorslagið, so er tað eisini ymiskt. Onkur brúkar dieselmotorar, onkur annar waterjet. So er upp til okkum at finna út av, hvat er tað besta sigur Per Hvítklett.

Tá Sosialurin hitti teir báðar vóru teir júst lidnir við samrøðu við ein mann úr Nigeria. -Man veit ongantíð, hvør endin verður, men má má taka menninar sum seriøsar, tá teir sjálvir kontakta okkum. Hesin nigerianin hevði funnið Thor á okkara heimasíðu, tá hann leitaði eftir líltum báti, sum kundi levera vatn og olju til seismikkskip í Nigeria sigur Andreas Joensen, sum vísir á, at teir hava arbeitt í vesturafrika í fleiri ár. Fyrstu ferð fyri fimm árum síðani.

Fyrimunur at vera siglandi fólk
Men hvussu ber tað til, at eitt lítið føroyskt felag hevur nakran sum helst tjans millum hesar heilt stóru, ið hava nógv størri møguleikar at útvikla seg?

-Vit eru eitt siglandi fólk í Føroyum, og uppá ta kontoina hava vit góðan møguleika at vera við sum veitari á havinum til oljuvinnuna sigur Andreas Joensen. ?Tað manglar bara at fáa sáttmálar. Teir koma og fara.

Thor hevur í dag 8 skip, sum teir bjóða út á oljumarknaðinum. Av hesum eiga teir seks. Hini leiga teir so. Skipini eru spjødd kring allan heim. Eitt er í Meksikanska flógvanum, eitt er út fyri Malaysia, tvey eru í Norðsjónum og í løtuni eru tvey í Hósvík, sum møguliga verða chartrað út. (samrøðan varð gjørd í september)

Fyrsta oljuskipið í Thorflotanum kom í 97, Tað var Thorsvík.

-Tá vit fóru at hugsa um hetta so var tað út frá tí, sum hendir í føroyskum øki. Men vit vildu so koma víðari. Vit hava arbeitt nógv í Afrika og eisini arbeitt í Persiska Flógvanum, Miðalhavinum og Reyðahavinum umframt í fjareysturi og í Amerika. Hava verið nær alla staðni, har seismikkur hevur verið skotin, í Malaysia, Indonesia, eystur- og vesturindia, Persaraflógvanum, Oman, Reyðahavinum, Meðalhavinum og í mars eru vit komin til Meksikanska flógvan.

Hetta er tí ein avleggari av tí, sum hendi í Føroyum.

Øll skipini uttan Tórsv ík eru farin undir útlendskt flagg. Tað er ein vánalig loysn at vera undir føroyskum flaggi, bæði sum skattareglarnar og onnur viðurskifti eru siga teir. .

-Tað hevur ikki nakra negativa ávirkan, tá vit chartra skip út, um tað hevur føroyskt ella belisiskt flagg. Standardurin verður settur eftir, hvat reiðaríið er og skipini eru øll klassað. Standardin er tí oftani ikki flaggið men reiðaríið.

Per vísir á, at tað er ómøguligt at fáa skipini teir hava keypt undir føroyskt flagg orsakað av krøvunum frá skipasýninum. Har eru aðrar hæddir, krøv til manningarrúm o.a.

-Órímulig krøv?

-Tað veit eg ikki. Hyggja vit eftir einum norskum báti í dag, so er eingin møguleiki at fáa hann undir føroyskt flagg.

-Man skuldi trúð, at norðmenn, sum eru so nógv í hesi vinnu, settu hægri krøv enn vit føroyingar?

-Teir seta øðrvísi krøv. Innan fyri standby t.d. hava danir sínar reglur, bretar sínar osfr.

Funnið eina rók
Talan er um chase og supportskip til seismikkvinnuna. Tað er ein ?nitshe?marknaður, sum Thor pleygar. Hesi skip liggja og sigla út og inn við útgerð, samtíðis sum tey halda vakt.

Thor hevur fingið bygt tvey av skipunum um, soleiðis at teir kunnu levera vørur og tænastur, bæði meðan skipini sigla og meðan tey sigla uppá síðuna. Teir kunnu levera olju, proviant og aðra útgerð til seismikkskipini, meðan tey skjóta. Teir hava specialiserað seg eftir krøvunum frá seismikkfeløgunum. Hava funnið eina rók.

Thor hevur fingið eitt gott navn í seismikkbransjuni. Tey eru kappingarfør við onnur. Men hørð kapping er frá hálendarum við russiskari og fillipinskari manning. Men tey hava so roynt at útvikla seg til at levera olju til seismikkskipini eisini. Tað setir ómetaliga høg krøv til fólkini á brúnni. Har eru vit sera sterkir við føroyskum yvirmonnum. Tað eru fólk, sum hava arbeitt við fiskibátum og hava siglt við handilsbátum.

Útvið 100 fólk eru í fyritøkuni, sum herfyri tók í brúk nýggjan skrivstovubygning í Hósvík. Teir hava duputlar manningar á teimum bátum, sum sigla úti. Yvirmenn og partur av maskinfólkunum eru føroyingar. Hesir gjalda allir skatt í Føroyum. Flaggið er útlendskt, men føroyskt reiðarí eigur bátarnar.

Per Hvítklett hevur arbeitt í nógv ár hjá Mærsk. Hann kennir nógv til bransjuna og typuna av skipum, nú hann var heili 13 ár hjá AP Møller. Ein av orsøkunum til framgongdina hjá thor er uttan iva tann, at fyritøkan m.a.
byggir sína framtíð á hesar royndirnar hjá Per Hvítklett. Hetta er tí eisini stórur partur av arbeiðinum hjá honum men hann hevur eisini meglaravirki við síðuna av. Hann býr í Keypmannahavn og sigur, at tað er eingin trupulleiki í hesum teldutíðum og skal man avstað út í lond at hyggja eftir skipum er tað skjótt at fara, og tað kann vera ein stórur fyrimunur fyri Thor.