Tað upplýsti fregnartænastan hjá norsku løgregluni á tíðindafundi í Oslo fyri einari løtu síðani.
Løgmálaráðharrin, Anders Amundsen, segði, at talan er um eina ítøkiliga hóttan, og at myndugleikarnir taka øll neyðug stig fyri at forða fyri, at ætlanin verður framd í verki.
Leiðarin í fregnartænastuni hjá løgregluni, Benedicte Bjørnland, segði, at sambært teimum upplýsingum, sum myndugleikarnir hava, er ætlanin at fremja atsóknina ein av teimum fyrstu døgunum. Hon dugdi ikki at siga, hvør stendur aftan fyri álopsætlanina, ella hvat málið er. Hon segði tó, at limirnir í felagsskapinum í Sýrialandi hava tikið lut í borgarakrígnum har.
Í sambandi við yvirgangshóttanina hava norsku myndugleikarnir hert tilbúgvingina munandi. Eitt nú er vaktarhaldið styrkt við markið, í floghavnum, havnum og tokstøðum.