Eiðis Bóltfelag fekk vøllin frá kommununi fyri fleiri árum síðani, men nú hevur kommunan spurt, um hon kann yvirtaka vøllin aftur, og tann spurningin verður viðgjørdur á limafundi í EB í annaðkvøld.
Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, sigur, at nú vøllurin ikki verður brúktur til fótbólt longur, ætlar kommunan at gagnnýta hann til okkurt annað, og valið er fallið á at gera eitt kampingpláss á vøllinum. Eitt hús er niðri við vøllin, og har eru teir neyðugu hentleikarnir, ið skulu til fyri at skapa eitt gott umhvørvi til kamping, sigur borgarstjórin.