Ætla at brúka 52 milliónir upp á bygdarveg - har eingin býr

Spurningurin verður bara um Løgtingið játtar pengarnar til tað

Múli er ein av teimum bygdunum í landinum, sum eru avtoftaðar, so eingin hevur fastan bústað har longur. Men nú hevur Frimodt Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, spurt Jørgen Niclasen, landsstýrisman í fíggjarmálum, um nøkur ætlan er um at gera ábøtur á vegin til Múla. Hann vísir á, at á fíggjarlógini fyri í ár, eru 500.000 krónur settar av til at gera ábøtur á vegin til Múla. Hann vísir eisini á, á at vegurin er í ringum standi og tað er neyðugt at ábøtur verða gjørdar á hann.

 

Jørgen Niclasen staðfestir, at Múlavegurin varð gjørdur í áttatiárunum. Vegurin sum er sjey kilometrar langur og talan er um ein einbreytaðan grúsveg, har onkur strekki kortini eru asfalterað. – Vegurin er einasti landsvegur í dag, sum ikki er asfalteraður allur sum hann er, sigur Jørgen Niclasen. Hann leggur kortini afturar, at tað er lítil ferðsla á vegnum, og eingin býr fast í bygdini longur, tí tað eru nøkur ár síðani, at bygdin varð avtoftað. Sambært Hagstovuni búðu átta fólk i Múla í 1985 og seinasta fólkið flutti úr Múla í 2014.

 

Men Jørgen Niclasen sigur, at hesi seinastu nógvu árini, hevur Løgtingi bara eina ferð játta pening beinleiðis til Múlavegin. Í 2015 varð ein millión brúkt upp á at bøta um nøkur vegastrekki og í ár ár eru 500.000 krónur játtaðar til ymsar ábøtur, bilaverju og annað.

 

Jørgen Niclasen sigur, at í samferðsluætlanini verður mælt til at gera vegaakslar fram við vegnum, umframt at fleiri víkipláss verða gjørd. Tað verður eisini mælt til at seta bilaverju upp, og at asfaltera allan vegin. Hann sigur, at hetta verður mett at kosta 52 milliónir, men hann leggur afturat, at nær vegurin verður gjørdur, veldst um, hvat Løgtingið játtar av pengum til endamálið.