Kórini framføra advents- og jólaløg og onnur løg hvør sær. Tey framføra eisini nøkur løg saman.
Hjúnini Ólavur F. Johannessen og Jóhanna Johannessen eru kórleiđarar hjá kórinum í Christianskirkjuni.
Símun Hammer er kórleiðari hjá Gøtu kirkju Ungdómskóri. Kórið hevur klárað seg sera væl og hevur fingið fleiri heiðrar bæði í Føroyum eins og uttanlands í kappingum.
Nevnast kann eisini, at Jóhanna Johannesen og Símun Hammer eru systkin og bæði er tey eisini organistar. Hon í Christianskirkjuni og hann í Gøtu kirkju.
##med2##
Litturgur á advents- og jólakonsertini í kvøld verđur Marjun Lómaklett.