Adrian verið undir skurð

Adrian Justinussen hevur verið undir skurð við broti í fótinum

Adrian Justinussen hevur verið undir skurð við broti í fótinum. Skurðviðgerðin gekk væl, og í HB vóna tey at síggja frísparkssnillingin aftur á vøllinum fyri ólavsøku.

- Ja, eg havi verið undir skurð og tað gekk. Eg veit ikki meir enn, sigur Adrian Justinussen í stuttari viðmerking við in.fo.

Úr HB verður sagt, at tað er tryggari fyri framtíðina hjá Adriani, at hann valdi at fara undir skurð, eftir at hann í dystinum móti Víkingi á Ovara vølli í Gundadali breyt eitt bein í fótinum. Fyrstu boðini eru, at hann skal sita uttanfyri í seks vikur, men tað verður nokk nærri átta vikum, áðrenn vit síggja hann á vøllinum aftur.

HB er í dag farið suður við Smyrli. Í morgin er dystur í Trongisvági millum TB og HB. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.

Fakta 6. umfar: Betri deildin menn

Leygardagin 6. juni:

TB-HB (15.00) Beinleiðis á FM1

Sunnudagin 7. juni:

KÍ-NSÍ (15.00) Beinleiðis á FM1

ÍF-AB (15.00)

EB/Streymur-Skála (15.00)

Víkingur-B36 (17.00) Beinleiðis á FM1