Adrian Stauss í Leirvík, sum er útbúgvin húsasmiðjur, hevur seinastu fýra árini fingist við grótlaðing burturav. Hetta er eitt arbeiði, sum altíð hevur hugtikið hann, og tað var hjá grótlaðaranum, Andriasi Jacobsen, vanliga róptur Dia, at hann fekk sína grundvitan um laðing.
Teir báðir samstarva framvegis, tá størri arbeiði eru á skránni, og soleiðis var eisini, tá teir eitt nú laðaðu kirkjugarðin í Kaldbak, og tá laðað varð við landsvegin inn til Sørvágs. Hetta vóru tvey størri arbeiði. Kirkjugarðurin í Kaldbak var umleið 113 metrar, og longdin á laðingini í Sørvági var einar 80 metrar.
Síðan Adrian Stauss fór at laða fyri seg sjálvan, hevur hann verið víða um bæði í Eysturoy, Streymoy, Vágum og enntá í Svínoy, har hann hevði sína fyrstu uppgávu sum sjálvstøðugur laðari. Í Svínoy legði hann eitt tún við suðuroyargróti, og haðani fór hann til Miðvágs at laða.
Adrian vísir á, at ein laðaður garður er viðlíkahaldsfríur, og ongum nýtist at koma aftur um aftur. Her er einki at pussa, mála ella í aðrar mátar at viðlíkahalda. Hetta er soleiðis ein eingangsíløga.
Grótlaðaranum í Leirvík dámar best, tá laðað verður soleiðis, at steinarnir kunnu liggja oman á hvørjum øðrum.
- Eg brúki nakað av betongi, sum gjarna ikki sæst aftur, tá arbeiðið er liðugt. Onkrir laðarar seta steinarnar líka sum eftir kanti niður á hvønn annan og brúka nógv betong. Tað dámar mær ikki so væl. Eg haldi, at ein laðaður garður skal kunna standa uppi uttan betong - og so kann betong brúkast til tey veikastu punktini, um eg so kann siga.
Adrian Stauss vísir á, at kynstrið er at finna og duga at síggja teir røttu steinarnar til røttu støðini, soleiðis at tað fellur náttúrligt at leggja næsta steinin.
- Mær dámar ógvuliga væl at laða. Tað hevur verið væl at gera, men tað er saktans pláss fyri fleiri uppgávum. Nú várið nærkast, vænti eg, at fólk fara at hugsa meira um tað, sum uttan fyri er, sigur grótlaðarin í Leirvík.
Lesið grein í Vikublaðnum, sum kemur í hvørt hús í dag.










