Adrian Cieslewicz og Wrexham skulu í kvøld royna at koma víðari úr triðja umfari í ensku steypakappingini, FA Cup. Upprunaligi dysturin millum Brighton úr næst bestu deildini í Onglandi og Wrexham úr fimt bestu deildini endaði við javnleiki 1-1. Málið hjá Wrexham skoraði Adrian Cieslewicz eftir frálíkt einmansavrik.
Avrikið hjá 21-ára gamla póllendinginum, sum er uppvaksin í Føroyum, var so gott, at enska fótbóltssambandið metti hann millum fimm teir best leikararnar í triðja umfari í FA Cup.
Í FA Cup er tað soleiðis, at tá tvey lið spæla javnleik, so verður umdystur. Hann skuldi upprunaliga verða í gjár, men dysturin varð útsettur orsaka av at vøllurin í Wrexham var fyrstur. Dysturin verður í staðin í kvøld klokkan 19.15.
Vinnarin av dystinum í kvøld fær yvir eina hálva millión krónur í vinningi. Wrexham er í fíggjarligum trupulleikum og tað er ongin ivi um, at tær sløku 600.000 krónurnar høvdu komu væl við.
Andrian Cieslewicz er 21-ára gamal og kann spæla á flestu framrættaðu plássinum. Hann er serliga kendur fyri sín skjótleika. Hann hevur eins og eldri beiggin, Lukasz Cieslewicz, sum spælir í B36 og gjørdist ársins leikari í føroyskum fótbólti í 2011, víst áhuga fyri at umboða Føroyar.
Hann spældi eins og Christian R. Mouritsen við Manchester City sum yngri. Á summri 2009 skifti hann til Wrexham. Pápi Andrian Cieslewicz er Robert Cieslewicz, sum sambært faroesoccer.com, spældi í føroyum frá 1999 til 2004 har hann umboðaði ÍF, VB og Sumba.
trondur@sosialurin.fo