Adrian og Daniel vunnu á liðnum hjá Mattiasi

Mattias H. Lamhauge slapp heldur ikki at verja málið hjá Fredericia í kvøld

Í kvøld vóru Adrian R. Justinussen, Daniel Johansen og liðfelagarnir í Hillerød á vitjan hjá liðnum hjá Mattiasi H. Lamhauge, Fredericia í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Mattias slapp heldur ikki at verja málið hjá Fredericia í kvøld. Adrian var á vøllinum fyrstu 59 minuttirnar, og Daniel slapp á vøllin, tá 69 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Hillerød vann dystin 2-0. Longu í øðrum minutti legði Monday Etim Hillerød á odda. Í 75. minutti staðfesti Mathias Veltz sigurin hjá Hillerød.

 

Talan var um triðja ósigurin á rað hjá Fredericia, meðan Hillerød hevur fingið 10 av 12 møguligum stigum í fýra teimum seinastu dystunum.

 

Fredericia er nummar tvey í deildini við 37 stigum. Hillerød er nummar seks við 31 stigum. 

 

Í morgin klokkan 14 spæla Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Kolding dyst á útivølli móti oddaliðnum, OB.