Áðrenn Elvis risin upp frá teimum burturspardu

Tá spariknívurin rakti Kringvarpið í fjør, mátti Áðrenn Elvis merkja sviðan. Nú fáa Meinhard Jensen og Áðrenn Elvis møguleikan at prógva, at Kringvarpið gjørdi ein feil.

Ein av teimum heldur sermerktu tónleikasendingunum, sum hava verið í Útvarpinum síðstu árini, er Áðrenn Elvis, sum Meinhard Jensen var vertur fyri. Meinhard er gøtumaður, studentaskúlalærari og í morgin DJ við gospelløgum frá 20unum.

- Hetta er fyrstu ferð, at eg upptraðki á G! festivalinum. Men eg havi upptraðkað í øðrum samanhangum so sum í brúdleypinum hjá Eivør í fjør.

Meinhard Jensen skal  venda plátum í tveir tímar í morgin, og sambært honum sjálvum verður tað creme de la creme tónleikur.

- Eg fari bara at spæla gospel, blues og nakrar fáar variantar av rock’n roll. Serliga verða tað 20ini, sum verða at hoyra, men heila spennið er tó frá 1923 til 1965, sigur Meinhard.

- Orsøkin, at eg velji at fokusera upp á 20ini, er ógvuliga einkul. Tað var nevniliga tá, at tann absolut besti tónleikurin nakrantíð varð skrivaður og spældur.

Um man væntar at fáa eina syngi-við-uppliving í morgin saman við Meinhardi, so verður man nokk skuffaður.

- Tíverri verður tað mesta ókent fyri fólki. Ikki tí, eg leggi ikki persónliga so nógv í tað, men tað er bara spell, at fólk eru so óvitandi og lítið áhugað í tí góða, sum nú er gloymt av mongum, sigur Meinhard, ið tó lovar, at eitt navn fara fólk at kenna aftur, nevniliga Elvis.

- Fyri at finna allan henda tónleikin leiti eg á ymsum forumum og bókum. Mær dámar væl at nørdast við slíkum, so tað er kanska eisini eitt sindur av sporti í tí.

Tey, ið ynskja at hoyra Meinahard Jensen og útvið 40 góðar, ókendar sangir, kunnu fara inn í beduintjaldið í morgin kl. 12.