Nevndin í ADHD felagnum hevur skipað seg av nýggjum. Nú eru 16 fólk í nevndini í ADHD-felagnum - 7 nevndarlimir og 9 tiltakslimir.
– Vit eru fleiri enn 350 limir í felagnum, so tað er fantastiskt at hava so nógv í nevndini, ið vilja gera ein mun innan ADHD/ADD í Føroyum, skrivar ADHD-felagið í dag.
– Og vit mugu ásanna, at her er úr at gera. Vit hava longu nátt nógv, men enn eru nógv mál á skrá, millum annað bíðilistarnir til útgreining, hjálp og stuðul í gerandisdegnum, skúlar, stovnar og arbeiðslív. Og vit fara at skipa fyri enn fleiri sjálvhjálparbólkum, tí tað hevur víst seg gera stóran mun hjá fólki, sigur ADHD-felagið.
Sum nakað nýtt skipaðu tey fyri fyrstu limakaféini í gjár, sum sambært felagnum eydnaðist væl.
– Ætlanin er at hava limakafé hvønn mánaða, siga tey úr ADHD-felagnum.
Nevndin skipaði seg soleiðis:
Forkvinna: Bjørg Dam bleiv afturvald
Næstforkvinna: Poula Patursson
Kassameistari: Anne Sophie Nordendal
Skrivari: Anna Nolsøe Joensen
Samskipari: Maiken á Mýrini
Nevndarlimir: Pætur Nattestad Petersen og Durita Brekku Dam.
Tiltakslimir: Edmund Djurhuus, Rutt Ragnarsdóttir Hjaltalin, Eyð-Britt Tjaldrastein, Karolina Láberg, Bjørga Sivertsen, Petra Weihe, Óli Nolsøe í Garðamørk, Ranvør Isholm og Laura Apol.