FORELDRAMYNDUGLEIKI
Í løgmansrøðuni ólavsøkudag segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, at Innlendismálaráðið fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um, at núverandi danska lógin frá 1995 um foreldramyndugleika og samveru kemur í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan. Orsøkin til, at føroyingar ikki sjálvir kunnu smíða eina lóg á hesum øki er, at familjurættur ikki er yvirtikin, og tí verður lógaruppskotið viðgjørt sum ríkislógartilmæli.
Í viðgerðini av løgmansrøðuni í Løgtinginum søgdu fleiri tingfólk seg fegnast um, at nú sleppa páparnir endiliga at eiga síni børn, tí sambært galdandi lóg frá 1922 fær mamman foreldramyndugleikan yvir børnunum, um foreldrini ikki eru gift.
Men sambært Lars Hansen, limur í høvuðsnevndini í Foreningen Far, sum er danska felagið fyri foreldur, ið arbeiða fyri at børn skulu hava rætt til bæði foreldur, er eingin orsøk hjá føroyingum at gleða seg ov tíðliga.
- Eg undrist stórliga á, at føroyingar ikki bíða eitt hálvt ár við at seta lógina í gildi, sigur Lars Hansen.
Orsøkin er nevniliga tann, at danir væntandi fáa eina nýggja lóg á økinum 1. januar næsta ár, av tí so at siga allir flokkar í Fólkatinginum halda núverandi donsku lóg geva børnum ov vánalig rættindi til pápar teirra. Og tað er júst hendan lógin, sum Innlendismálaráðið ætlar at seta í gildi í Føroyum.
Lars Hansen vísir á, at tað ikki er nóg gott, at føroyingar sum nú er hava eina lóg frá 1922. Hann sigur, at lógin núverandi danska lógin frá 1995 var eitt stig á vegnum, men spyr, hví føroyingar ikki heldur velja at ganga tvey stig fram.
Hann leggur dent á, at stór ónøgd hevur verið um lógina frá 1995, sum danir nú ætla at broyta, og sum føroyingar nú ætla at seta í gildi í Føroyum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fáa ikki gagn av granskingini
- Tað er eisini eitt stórt granskingararbeiði gjørt av Socialforskningsinstituttet til ta nýggju lógina, og tað er spell um føroyingar ikki fáa gagn av hesum arbeiði, um teir seta ta gomlu í gildi í Føroyum. Eitt nú vísa kanningar, at børn koma best ígjøgnum ein hjúnaskilnað, um foreldrini kunnu tosa saman, sigur Lars Hansen. Harafturat vil Foreningen Far vera við, at børn, sum búgva líka nógv hjá mammu og pápa sínum, trívast best.
Danska lógin frá 1995 er løtt at brúka í t.d. eini rættarsak at hevna við, tí mammur vinna so at siga altíð slíkar sakir, av tí ein dómari skal velja annað foreldrið at vinna sakina sum oftast mammuna, vísir nevndarlimurin á.
Tað nýggja lógaruppskotið, ið danir arbeiða við í løtuni gevur hinvegin betri møguleikar fyri mekling, og kann eitt nú noyða fólk til tvær meklingar, áðrenn farið verður í rættin. Harafturat kemur fyri, at fíggjarligar orsøkir eru, tá mammur krevja fullan foreldramyndugleika, tí hetta kann geva tryggari fíggjarlig kor.
Tann nýggja danska lógin gevur eisini avvarðandi betri kor. Eitt nú hava ommur og abbar sambært 1995-lógini ongi rættindi til at síggja teirra ommu- og abbabørn, um t.d. pápin hjá børnunum doyr. Hinvegin gevur nýggja danska lógin eitt nú ommum og abbum og hálvsystkjum rætt til at hava samband við eitt barn, um viðkomandi foreldur ikki longur er á lívi.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Mammur vinna 88 % av rættarmálunum
Spurdur, um hann heldur, at argumentið hjá fleiri av føroysku tinglimunum heldur, tá teir siga, at tann danska lógin frá 1995 fer at tryggja føroyskum pápum teirra børn, svarar Lars Hansen avgjørdur:
- Nei! Børn eiga teirra foreldur!
Hann heldur nógv í donsku lógini frá 1995, ið Innlendismálaráðið ætlar at seta í gildi, er bæði órættvíst og absurd.
Eitt nú skal ein mamma, um foreldrini ikki eru gift, skriva undir upp á, um hon ynskir at hon og pápin skulu hava felags foreldramyndugleika, og um annað av foreldrunum ynskir at ógilda felags foreldramyndugleikan, kann viðkomandi fara í rættin, har dómarin sum nevnt einki val hevur, men skal skera ígjøgnum og velja annað foreldrið og geva tí allan foreldramyndugleikan. Í 88 % av tílíkum rættarmálum vinnur mamman. Tvs. at hóast rætturin metir, at bæði eru egnað sum foreldur, skal rætturin skera ígjøgnum, og tað er hetta sum Lars Hansen metir at vera absurd.
- Tað er bæði hopileyst og absurd, at bæði hesi tingini kunnu standa í einum og sama dómi, sigur Lars Hansen.
Rætturin kann eisini bjóða konfliktmekling, men bert um báðir partar játta hesum.
- Er barnið undir hálvt ár er talan bara um ein formalitet, og mamman skal vera rúsevnismisbrúkari ella sálarliga sjúk, um hon skal tapa málið um foreldramyndugleikan, sigur Lars Hansen.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Pápar betur vardir í Noregi og Svøríki
Soleiðis er ikki í Noregi í Svøríki. Har hava dómstólarnir møguleika at geva báðum foreldrum foreldramyndugleikan, um tey verða mett egnað sum foreldur. Og har hava bæði eisini foreldur foreldramyndugleika frá tí, barnið verður føtt.
- Tann danska lógin ger pápar til vánalig foreldur, sigur Lars Hansen, og sipar til, at fleiri pápar missa foreldramyndugleikan við hesi lóg, hóast føroyskir tingmenn vilja vera við, at hendan lógin fer at tryggja føroyskum pápum børnini.
Lars Hansen vil vera við, at teir allarflestu páparnir í dag ynskja at taka sær av sínum børnum og vísa ábyrgd.
Hann vísir á, at hóast danir væntandi fáa eina nýggja lóg á hesum økinum 1. januar 2007, so er tann nýggja lógin ikki nóg góð á øllum økjum sambært Foreningen Far. Tí metir Lars Hansen tað hevði verið betri, um føroyingar heldur hugdu eftir, hvussu eitt nú sviar og norrmenn hava smíðað sínar lógir um foreldramyndugleika.
- Tit áttu heldur at tikið tvey stig fram ístaðin fyri eitt og hugt eftir, hvussu tey gera í Noregi, Svøríki ella í Suðurdanmark, sigur Lars Hansen, og sipar til, at føroyingar heldur áttu at bíðað, so ein meira nýmótans lóg varð samtykt og ikki ein lóg, sum danir nú ætla at ganga burtur frá.
Sosialurin vildi fegin fingið eina viðmerking frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í innlendismálum, men hetta var ikki møguligt, áðrenn blaðið varð prentað.
-- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -- --
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$FAKTA:
Danska lógin um foreldramyndugleika frá 1995, sum innlendismálaráðharrin ætlar at leggja fyri Tingið, gevur ógiftum foreldrum møguleika at hava felags foreldramyndugleika yvir teirra børnum, um mamman skrivar undir upp á hetta.
Um annar parturin stevnir og vil hava foreldramyndugleikan einsamallur, skal dómarin skera ígjøgnum og geva øðrum partinum foreldramyndugleikan, hóast dómarin metir bæði vera egnað sum foreldur.
Í Danmark vinna mammur 88 % av sakum um foreldramyndugleika, um tey hava havt felags foreldramyndugleika.
Í Svøríki og Noregi kunnu dómarar velja at lata bæði hava foreldramyndugleikan, um bæði verða mett at vera egnað foreldur.
Føroyingar hava ikki yvirtikið familjurættarøkið og hava tí ikki heimild til at gera egnar lógir á hesum øki.
Danskar heimasíður:
www.foreningenfar.dk
www.familiestyrelsen.dk
-- -- -- -- -- -- -- -- --
MYNDATEKSTUR:
- Tann danska lógin ger pápar til vánalig foreldur, sigur Lars Hansen, og sipar til, at fleiri pápar missa foreldramyndugleikan við hesi lóg, hóast føroyskir tingmenn vilja vera við, at hendan lógin fer at tryggja føroyskum pápum børnini
Tilvildarlig mynd